Sandoyingar skulu ikki seta nøsina upp eftir at fáa eitt skip at sigla ímillum Gomlu Rætt og Skopun afturat Teistanum.
Tað er niðurstøðan hjá Heðini Mortensen, landsstýrismanni í Samferðslumálum. Gerhard Lognberg, sum hevur havt sæti á tingi fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa eitt skip afturat Teistanum, soleiðis at siglast kann í pendulsigling millum Skopun og Gomlurætt
Hann vísir á, at talið á ferðafólki og bilum, sum ferðast um skopunarfjørð, er munandi størri nú enn fyri fáum árum síðani, og tey eru alt annað enn trygg, nú tey bara hava Teistan at líta á.
Men Heðin Mortensen sigur, at tað hevði verið ein dýrt at havt tvey skip siglandi um Skopunarfjørð. Tá ið hetta varð roynt seinast, tað var í 2008-2009, riggaði tað ikki væl. Ternan var tá annað skipið, men flestu ferðafólk valdu at brúka Teistan, tí hann ber seg betur á fjørðinum.
Hann sigur, at skal eitt skip útvegast afturat til Sandoyarleiðina, má tað serbyggjast, tí tað finst einki slíkt leiguskip. Teistin kostaði í síni tíð 60-65 milliónir at byggja, men harafturat hann er broyttur og bygdur um fyri 25 milliónir, umframt tað, sum tað vanliga eftirlitið hevur kostað.
Strandferðslan hevur eisini boðað frá, at Strandferðslan fer neyvan at klára at flyta amboð og tilfar um skopunarfjørð í sambandi við arbeiðið at gera Sandoyartunnilin.
Heðin Mortensen vísir kortini á, at nú fer tað eisini at bera til at bíleggja ferðaseðil tá ið siglt verður úr Skopun til Gomlu Rætt. Sostatt fer at bera til at bíleggja ferðaseðil á internetinum báðar vegir um Skopunarfjørð, og tað fer at fáa ferðsluna um Skopunarfjørð at ganga enn smidligari.
– Tá ið nýggi Eykabáturin eftir ætlan fer í sigling um eitt ár, fer at bera enn betur til at røkja Hestleiðina, og nýggi báturin fer eisini at gera tað lættari at røkja Nólsoyarleiðina, skuldi tað verið neyðugt at Ternan av onkrari orsøk bleiv kallað til Sandoyarleiðina.