Talan verður ikki um, at ternan fer at sigla um ímillum Skopun og Gomlurætt í summar, afturat Teistanum.
Tað staðfestur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumaður, nú Brandur Sandoy hevur spurt hann um siglingina ímillum Gomlurætt og Skopun.
Henrik Old sigur, at Ternan fer bara at sigla um Skopunarfjørð ta tíðina Teistin er í dokk, og tá fer Jósup at sigla um til Nólsoyar, og í ár er tað frá 30. apríl til 18. mai.
Brandur Sandoy vísti eisini á, at Henrik Old hevur sagt, at Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar, afturat Teistanum.
Henrik Old ásannar, at tað kundi kanska fatast sum, at eitt slíkt lyfti varð givið, men hann sigur, at í hesum føri meinti hann við, at talan kann bara verða um at sigla eykatúrar um náttina farmi og akførum, tá ið tað er neyðugt.
– Í næstum verður farið undir at gera allar fyrireikingar og at bora undirsjóvartunnilin ímillum Sandoynna og Streymoynna, og í hesum sambandi kann verða neyðugt, at Ternan ger onkrar eykatúrar uttan fyri ferðaætlanina á Nólsoyarleiðini, sigur hann.
Men hann sigur eisini, at av tí at undirsjóvartunnil er á veg til Sandoyar, er tað skilaleyst at keypa ella byggja eitt skip aftrat til Sandoyarsiglingina.
Hann leggur kortini afturat, at verður neyðugt at taka Teistan úr sigling, er tað framvegis Ternan, sum er eykaskip og tá má hon sigla eftir umstøðunum og veðrinum.
Hann sigur eisini, at samanum tikið hevur nýggja bíleggingarskipanin á Sandoyarleiðini víst seg at rigga væl, og við nøkrum tillagingum er ætlanin, at hon fer at taka trýstið, ið verður í summar.
– Best hevði verið, at bíleggingarskipanin eisini fæst at virka í Skopun, so vónandi fer tað skjótt at eydnast Strandferðsluni at fáa skipanina at virka har, sigur Henrik Old.
Hann fer eisini at virka fyri, at stórir bilar við farmi, ið hava fyri neyðini at sleppa skjótt yvir um fjørðin, ikki fara aftur um í røðini í bíleggingarskipanini, tá ið avlýsingar hava verið vegna veður.
Henrik Old vísir eisini á, at Brandur Sandoy hevur ført fram, at tá ið ætlanin var at byggja eina nýggja Nólsoyarferju, skuldi Ternan setast í Sandoyarsiglingina
– Hetta er ikki rætt, tí í tí sambandi var ætlanin at selja Ternuna, sigur hann.
Henrik Old hevur eisini kanna møguleikan fyri at útvega ein skjóttgangandi báti úr glastrevjum, til Strandferðsluna, men tað vísir seg at vera trupult at fáa ein slíkan bát, tí hann fær ikki neyðuga góðkenning, sigur hann.