Sandoyingar fóru illa við havnarmonnum

1. DEILD: Hóast teir vunnu ársins størsta sigur, so er møguleikin hjá B71 fyri at vinna uppflyting treytaður av øðrum úrsliti í síðsta umfari

7-0. So trivaligan heimasigur vann B71 í dag ímóti HB, sum longu er flutt niður í 2. deild. Hetta er størsti B71 sigurin í ár.

 

Hálvleiksstøðan var 3-0. Eduardo Coimbra, Jónatan Kjærbo og Tijani Yakubu vóru málskjúttar í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Julian Frankieson Knudsen tvey mál, Bergur Hentze skoraði eitt, og Jónatan Kjærbo skoraði eitt og var harvið tvífaldur málskjútti.

 

B71 er á fjórða plássi við 41 stigum. Tað er eitt stig fram til TB. Málmunurin hjá bæði TB og B71 er +14.

 

Um B71 skal vinna uppflyting, so skal úrtøkan hjá sandoyingum í 27. umfari vera størri, enn hon verður hjá TB. Fríggjadagin fer B71 at spæla á útivølli ímóti KÍ, meðan TB fer at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Í dag var tað merkisvert, at B71 vann trý brotsspørk. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki misnýtti Jonas Warner brotsspark, og við síðsta sparkinum í fyrra hálvleiki skoraði Tijani Yakubu til 3-0 við brotssparki.

 

Tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki bríkslaði dómarin aftur fyri brotssparki til B71, og tá var tað Romulo Bosqueiro, sum misnýtti brotsspark.