Sandoyingar skikkaðu sær ringast

Hagtøl úr 1. deild: Hinvegin fekk EB/Streymur fægst kort í hesum kappingarárinum

Kappingarárið í næstbestu fótbóltsdeildini, 1. deild hjá monnum, sang sín svanasong leygardagin, tá ið 27. umfar bleiv avgreitt. Hetta hevur als ikki verið mest spennandi kappingarárið í deildini, tí at longu langt áðrenn, at kappingin varð liðug stóð greitt, at EB/Streymur og 07 Vestur fóru at flyta upp í Effodeildina, meðan næstbesta liðið hjá AB og B71 mugu ta tungu leið niður í 2. deild.

 

Í dag verður hugt eftir, hvussu nógv gul og reyð kort liðini hava fingið. Hagtølini siga í øllum førum, at B71 var tað liðið, sum skikkaðu sær verst í 1. deild, tí at sandoyingar fingu flest kort og sektarstig í farna kappingarárinum.

 

So nógv kort fingu liðini:

 

Hvørt gult kort gevur eitt sektarstig, meðan eitt reytt kort gevur trý sektarstig.

 

1. B71: 51 gul, 4 reyð - 63 sektarstig

 

2. KÍ II: 43 gul, 6 reyð - 61 sektarstig

 

3. AB II: 49 gul, 2 reyð - 55 sektarstig

 

4. FC Suðuroy: 45 gul, 1 reytt - 48 sektarstig

 

5. Giza Hoyvík: 37 gul, 2 reyð - 43 sektarstig

 

6. HB II: 39 gul, 1 reytt - 42 sektarstig

 

7. NSÍ II: 37 gul, 1 reytt - 40 sektarstig

 

8. Víkingur II: 36 gul, 1 reytt - 39 sektarstig

 

9. 07 Vestur: 34 gul, 1 reytt - 37 sektarstig

 

10. EB/Streymur: 31 gul, 0 reyð - 31 sektarstig

 

Sum tað sæst á tølunum, so vóru trý lið, sum fingu fleiri reyð kort enn næstbesta liðið hjá KÍ, men kortini mundu klaksvíkingar ,,vunnið" sektarstigslistan við at fáa heili seks reyð kort í hesum kappingarárinum.

 

Annars er eisini vert at leggja til merkis, at uppflytaraliðini bæði, EB/Streymur og 07 Vestur, fingu fægst kort í hesum kappingarárinum. 

 

Teir 10 leikararnir, sum ognaðu sær flest sektarstig í hesum kappingarárinum, síggjast niðanfyri:

 

1. Gunnar Lydersen B71 - 12 sektarstig (9 gul kort, 1 reytt kort)

 

2. Aksel Danielsen KÍ II - 10 sektarstig (4 gul kort, 2 reyð kort)

 

3. Hugin á Borg Ferber AB II - 9 sektarstig (6 gul kort, 1 reytt kort)

 

4. Leivur Holm Joensen Giza Hoyvík - 8 sektarstig (8 gul kort)

 

5. Ólavur Venned AB II - 8 sektarstig (8 gul kort)

 

6. Beinir Poulsen KÍ II - 7 sektarstig (4 gul kort, 1 reytt kort)

 

7. Bjørgfinnur Winther B71 - 7 sektarstig (4 gul kort, 1 reytt kort)

 

8. Bogi Hermansen Giza Hoyvík - 7 sektarstig (4 gul kort, 1 reytt kort)

 

9. Neli Heldarskarð AB II - 7 sektarstig (7 gul kort)

 

10. Ari Krosslá Poulsen FC Suðuroy - 6 sektarstig (3 gul kort, 1 reytt kort)

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Les eisini: So nógv mál blivu skorað í 1. deild

 

Les eisini: Nú eigur Leif málmetið