Sandoyingar snýttu seg sjálvar

Fótbóltur: Vónbrotnir havnarmenn høvdu mist alt, men fingu javnað í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat

1. deild. B71-HB 2-2 (1-0)


Sandoyingar vóru vónbrotnir, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað var væl skiljandi. Tíggju minuttir eftir steðgin høvdu teir økt leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær í 1. hálvleiki, og teir høvdu hildið tætt til tað bara restaðu tólv minuttir. So minkaði HB um munin. Uppspælið var í høgru, og Andrew av Fløtum, sum spældi 2. hálvleik í staðin fyri Magna á Lakjuni, skoraði, eftir at bólturin var komin í brotsteigin, og so var talan um spæl til eitt mál.

Men sandoyingar hildu havnarmonnunum burtur, og tá teir, eftir at vanliga leiktíðin var farin, fingu innkast í høgru, tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast. Og so var tað, at sandoyingar ikki vóru nóg kaldir. Gestirnir fingu fatur á, Bjarki Mohr streyk til baklinjuna í vinstru, og Súni Fríði Johannesen fekk høvdið á, so var 2-2, og allir spælararnir fóru vónbrotnir av vøllinum. Sandoyingar tí teir ikki megnaðu at halda tætt, og HB menninir, tí teir ikki høvdu megnað at vunnið sigurin, sum teir áttu at havt vunnið ? um teir ætla sær at endurtaka meistaraheitið.


Mettir og tamir

HB hevði bóltin mesta partin av tíðini, men í fyrra umfarinum var munurin lítil og so nógv minni, enn hann var í 2. hálvleiki, tá gestirnir høvdu bóltin meiri enn 80 prosent av tíðini.

At yvirvágin ikki hevði fleiri mál við sær ber bæði boð um, at úrtøkan var lítil úr møguleikunum, sum HB menninir spældu seg til, og at teir ikki altíð megnaðu at spæla seg til møguleikar.

Í útgangsstøðuni fekk Bárður Mortansson møguleikan í høgra borði. Tað kann ikki roknast við, at ein nýggjur maður skal lyfta liðnum, og tað var eyðsýnt, at menninir, sum saman við Allani Mørkøre í fjør vóru so sannførandi á miðvøllinum, ikki eru á sama støði í ár. Rúni Nolsøe var við í nógvum, men hann hevði ikki sama leiklut, sum hann ofta hevur havt, og Jens Erik Rasmussen megnaði ikki at sneiða og snara spælarar av sær.

Vit hava onkuntíð fyrr í ár skrivað, at tað tykist sum um greipuvinnararnir frá í fjør ikki megna at lyfta seg sjálvar til avrikini, sum í fjør bóru sigrarnar við sær, og hetta var enn eina ferð staðfest.


Gamli maðurin

og teir nýggju

Sandoyingar, sum hesa ferð saknaðu miðvallaran Iulian Floresco, eru við at samanspæla eitt nýtt lið, sum tykist vera nóg gott til at standa seg í bestu deildini, og nýggju menninir eru góðir styrkir. Bjørn Thorsteinsson, Petur Ritter og Hans Jørgen Djurhuus, sum ongantíð áður hava fingið møguleikan í 1. deild, eru styrkir ávikavíst í miðverjuni og á miðvøllinum.

Og veteranarnir standa seg framvegis væl. Páll á Reynatúgvu er ikki í fullgóðari venjing, men hann hevur royndirnar og ruddaði fleiri ferðir burtur, tá mótstøðumenninir vóru um at vinna sær góða støðu, Valdemar Novisci var tryggur í málinum og ta einu ferðina í 2. hálvleiki var bjargingin framúr, tá Súni Fríði Johannesen stútaði innlegg móti málinum.

Eli Hentze var fínur í álopinum. Hann dugdi væl at seta ljós á veikleikarnar í nýggju HB verjuni, sum spældi flatt. Kári Nielsen, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, stóð fyri næstsíðstu sendingini, tá B71 kom á odda. Bólturin varð sendur inn um verjuna, Eli Hentze fekk fatur á, fór framvið málverjanum og trillaði í tóma kassan.

Og tá sami maður tíggju minuttir eftir steðgin økti til 2-0 var aftur talan um gott avrik. Úr sekstan metrum snaraði hann ein av sær og sendi flatt í handara horn, og so fingu sandoyingar eyka orku. Teir stríddust, HB skifti fólk og trýsti, og í síðsta enda eydnaðist at javna, men tað var ikki nóg mikið fyri HB, og sjálvandi iðraðu sandoyingar seg.


B71: Valdemar Novisci - Mourits Viderø, Bergleif Sólsker, Páll á Reynatúgvu, Bjøtn Thorsteinsson, Antines Magnussen - Kári Nielsen, Petur Ritter, Hans Jørgen Djurhuus - Kári Sørensen, Eli Hentze

HB: Bárður Johannesen - Jan Dam, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen, Bjarki Mohr - Bárður Mortansson, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Jens Erik Rasmussen - Súni Fríði Johannesen, Magni á Lakjuni