Loksins var dysturin millum KÍ og B71 avgreiddur. Hann hevur verið útsettur síðani síðst í mai.
Tað er summarfestivalhýrur í Klaksvík, og ofta plagdi at verða sagt, at tað ikki gekk so væl við fótbóltinum hjá klaksvíkingum, tá ið tað var summarfestivalur. Í kvøld skoraði B71 2-1 sigursmálið í síðstu sekundunum av teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat. Kanska tað fer at koppa klaksvíkingum til fyrimunar í annaðkvøld, tá ið KÍ fer at spæla í Europa League á Tórsvølli.
Brasilski álopsspælarin Eduardo Coimbra legði B71 á odda í 14. minutti. Hetta var triðja málið hjá honum í ár, og sandoyingar vóru frammanfyri 1-0, inntil tað restaðu 17 minuttir. Tá var tað Milio L. Biilmann, sum javnaði ti 1-1. 17 ára gamli grønlendski framrættaði spælarin varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og hetta var fyrsta málið hjá honum í KÍ troyggjuni, sum hann í kvøld bar fyri sættu ferð í 1. deild.
B71 sigursmálið skoraði Óli á Reynatúgvu, sum var innskiftur í 65. minutti. Í kvøld var hann sambært FaroeSoccer fyri 24. ferð á besta B71 liðnum, og tað var vorðið sum týdningarmikið mál, ið var tað fyrsta yvirhøvrur í 1. deild hjá Óla á Reynatúgvu, sum 11. august verður 18 ár..
Sigurin ber við sær, at B71 hevur 25 stig og er á sætta plássi. KÍ er á áttanda plássi við 15 stigum. Tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík sum er á níggjunda plássi.
Sunnudagin fær KÍ vitjan av Víkingi, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.