Sandoyingar syftu toppliðið

1. DEILD: Talan var um fyrsta sigurin síðani 27. apríl, tá ið B71 í Gundadali vann fulla úrtøku ímóti oddaliðnum B36

Tijani Yakubu skoraði eitt av málunum hjá B71 á Tórsvølli í kvøld

Einki var at siga til tað, at B36 varð roknað at vera favorittur á Tórsvølli í kvøld.

 

B36 var topplið við 30 stigum, og B71 var á sjeynda plássi við 18 stigum. B71 hevði ikki vunnið fulla úrtøku siðani 27. apríl. Síðani tá hevur B71 spælt  átta dystir og vunnið tvey stig.

 

Í kvøld vandi alt heilt øðrvísi. B71 fór úr Gundadali við 3-1 sigri eftir 1-0 leiðslu í fyrra hálvleiki. Sigurin ber við sær, at B71 hevur 21 stig og er á sætta plássi. B71 eigur ein útsettan dyst. Hann er á útivølli ímóti KÍ og verður í Klaksvík mikudagin 7. august.

 

Jónatan Kjærbo legði í 20. minutti B71 framum 1-0, og eitt korter seinni var tað Áki Hentze, sum økti um B71 leiðsluna til 2-0. Hetta var fimta málið hjá Jónatan Kjærbo í ár, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at Áki Hentze var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Tijani Yakubu økti seks minuttir eftir steðgin um B71 leiðsluna til 3-0. Hetta var áttanda málið hjá Tijani Yakubu í ár. Hann er toppskjútti hjá B71.

 

Tobias Hansen minkaði um munin til 3-1 í síðsta minutti. Hetta var sjeynda málið hjá Tobiasi Hansen, og hann er B36 toppskjútti í deildini.

 

Hóast gongdin ikki hevur verið so góð síðstu ferðirnar, sum hon annars hevur verið, so er B36 topplið við 30 stigum, ið er sama úrtøka, sum FC Suðuroy hevur. Tá ið B36 síðsta leygardag tapti 3-2 á Vágseiði, var talan um ársins fyrsta B36 tap, og í kvøld tapti B36 aftur.

 

Tijani Yakubu skoraði eitt av málunum hjá B71 á Tórsvølli í kvøld