FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Tveir dagar fyri jól í 1966 kom ein nýggj føroysk grammofonpláta í handlarnar í Havn. Talan var tá um andaligan sang í nýggjum búna. Men hóast sangirnir vóru eitt sindur meiri rytmiskir enn vanligt var tá, tóku fólk tók væl ímóti hesum evangelisku sangum, sum støðugt vóru at hoyra - eitt nú í kvøðuljómunum í Útvarpi Føroya. Nú verður so høvi at hoyra nakrar av hesum sangum á nýggjari fløgu.
Aðrar umstøður
Tað vóru teir fýra, Finnleif Durhuus, Árni Jensen, Páll á Lakjuni og Øssur Berghamar, sum myndaðu sangbólkin. Men seinni vóru eisini aðrir stuðlar við, eitt nú M. C. Restorff.
Sangbrøður sungu við nógv ymisk høvi, bæði inni og úti. Ferðast var av og á úti á bygd, har sungið var á ymsum fundum. Í 1970 og 1971 vóru føroysk møti í Mercur-teatrinum í Keypmannahavn, har Sangbrøður eisini luttóku við sangi sínum.
Sangbrøður góvu í sekstiárunum út tilsamans tríggjar EP-plátur, við 4 løgum á hvørjari. Upptøkurnar fóru fram undir munandi einfaldari umstøðum enn í dag. Tekniska útgerðin kann als ikki sammetast við í dag, men úrslitið kundi nokk ikki verið nógv frægari eftir tátíðar umstøðum. Flestu upptøkurnar vórðu gjørdar av Jógvani Hammer. Nú hevur so Bárður Háberg samskipað útgávuna av gomlu sangunum og staðið fyri upptøkunum av teimum nýggju.
Nú á fløgu
Tankin um at savna "gomlu" Sangbrøður aftur og at syngja nakrar nýggjar sangir inn á fløgu, og tengja teir saman við nøkrum av teim gomlu sangunum, hevur verið frammi av og á. Men tað hevur ikki verið so einfalt - spjaddir sum teir hava verið.
Men umsíðir er tað eydnast. Fýra nýggir sangir eru komnir við - teirra millum "Vit siga tær takk". Hann er skrivaður til hesa útgávuna - og er ein serstakur takkarsangur fyri náði, varðveitslu og hjálp Harrans í farnari tíð.
Nýggja fløgan, sum kostar 149 kr., væntast í handlarnar kring landið seinnapartin fríggjadagin og leygardagin.