Sangfundur í Ebenezer í kvøld

Skráin vendir sær serliga til tað unga fólkið, har onkur bólkur av ungum fara at syngja

Ebenezerkorið er júst komið heimaftur av Skotlandsferð. Kórið hevur verið burturi á páskum og kom aftur týskvøldið.

Sungið hevur verið í Motherwell og Aberdeen.

Tað var úr Motherwell, at William Gibson Sloan varð sendur sum trúboðari til Føroya. Hetta er meiri enn hundrað ár síðan.

Á sangfundinum í kvøld fer Jógvan Zachariassen at taka lut við spæli á sínum ljóðføri, og til seinast hevur hann ein boðskap.

Hann var vertur hjá kórinum, tá tað var í Motherwell. Jógvan, kona hansara Unn og børnini hava búð har í eitt ár. Hann er leiðari á bíbliuskúlanun hjá GLO í Motherwell.

Leiðarar hjá Ebenezerkórinumkórinum eru Jens Christian Guttesen og Ólavur Jøkladal.