Eg stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud hevur kalla okkum til í Kristusi Jesusi. Filippibrævið 3:14
At tæna Gudi merkir ikki at tá vit verða eldri, so endar hettar, men sum Bíblian sigur at tá vit einaferð hava avgjørt at liva fyri Kristus, so renna vit alt skeiði til vit sigra.
Eg, Stella Zachariassen, sum havi fyrireikað hetta sangkvøld eri frá Sri Lanka, men eri gift í Føroyum og havi verið her í næstan 11 ár. Eg eri fødd og voksin upp í einum trúgvandi heimi. Eg havi altíð vilja tænt Harranum, og sum tíðin leið, so vaks hesin longsulin. Ymiskir trupulleikar hava verið, sum t.d. við tí føroyska málinum, men eg trúgvi at Gud hevur ført meg higar við einum endamálið, so eg avgjørdi at takað meg saman og gera okkurt.
Tað hevur altíð ligið mær á hjarta at vinna ung menniskju fyri Kristus, men tey eldru lógu ikki so nógv á mínum hjarta. Tað eru so nógv tiltøk fyri tey ungu, so eg havi hugsað hvat og hvar kunnu tey eldru fara til uttan á møti. Eg havi ongantíð dámt nakað serligt eldri sálmar og sangir, men ein dagin keypti eg mær eitt video band av Bill Gaither Homecoming Friends, og hetta slerdi meg. Tað var fantastiskt at síggja hvussu hesi heilt upp til 90 ára gomlu menniskju prísaðu Gudi við gomlum sálmum. Hjarta mítt fyltist við gleðið og eg avgjørdi at takað meg saman at gera eitt slíkt sangkvøld fyri øll sum dáma at syngja sálmar og sangir.
Hetta sangkvøld verður leygarkvøldið 3. mars á Hotel Føroyum kl. 19.00 har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Vit fara at syngja sálmar og sangir og eg havi biðið nøkur um at syngja solo, sum t.d. Finnur Hansen, Tummas Jacobsen, Tripple Trioin úr Ebenezer, Miriam Carlsen, Sólbjørg Zachariassen o.o.
Eisini verða kaffi og køkur at fáa so kostnaðurin verður 25 kr. sum verða goldnar við hurðina.
Tað hevði verið gott um tit ringdu og søgdu frá um tit koma á tlf. 319556 ella 219556.
Komið og syngi, takið ímóti og verið signaðið ?