Sangkvinna deyð av hjartatilburði

Vera Bila var drotningin innan sigoynaratónleikin.

Sangkvinnan Vera Bila er deyð, 64 ára gomul. Vera Bila úr Kekkia var mett at vera drottningin innan romani ella sigoynaratónleik.

 

 

Hon gjørdist kend fyri sítt bland av sigoynaratónleiki, latin, jazzi og poppi. Við bólki sínum Kale ferðist hon kring heimin og framførdi tónleik sín.

 

 

Síðstu árini hevði hon trupulleikar við heilsuni og við ludomani. Ætlandi skuldi ein "coma back" ferð byrja í morgin.

 

 

Vera Bila doyði av hjartatilburði.