Enska songstjørnan Ellie Goulding mátti leygardagin gevast við framførlsuni, hon hevði í Sveis.
Orsøkin var, at røddin fór, og hon fekk ikki sungið meira.
Á Twitter biður songkvinnan um umbering og sigur, at hon kundi heilt einfalt ikki gera framførsluna lidna.
– Vanliga klári eg at syngja konsert eftir konsert, men av einari ella aðrari orsøk fekk røddin nokk í kvøld. Eg eri sera kedd av tí, skrivar Ellie Golding á Twitter.
Elie Goulding spældi á einum festivali í Zürich.