Sannførandi Bloodgroup

Fríggjakvøldið gav Bloodgroup køldu áhoyrarunum eina innspræning av elektroniskari orku við teirra framførslu. Songkvinnan Lilja er uttan iva ein tann besti frontfigurin, vit hava upplivað á G! 09

Lilja er ein stjørna.

Hoppa! Hoppa! Hoppa! Tað var ein pumpandi løta á spæliplássinum í Syðrugøtu, tá ið Bloodgroup framførdi. Bólkurin er av mongum spáddur eina sera bjarta framtíð, og á konsertini vísti tey eisini hví tey hava fingið slíkt skoðsmál. Framførslan var sera sannførandi, og við Lilju á odda er bólkurin í góðum hondum.

Lilja er ein føgur, karismatisk ung dama, sum hevur eina ófatiliga orku og útstráling á pallinum. Eg ivist í, um eg nakrantíð havi upplivað slíka lívliga framførslu av einari so ungari kvinnu. Hon flippaði totalt út, fyri at siga tað sum er. Hóast hon var so lívlig, hevði hon yvirskotið at røkja sínar tónleikarligu skyldur, og var tað óivað hon, ið bar framførsluna hjá Bloodgroup. Hon er snøgt sagt ein stjørna á pallinum.


Syngjandi lama

Saman við henni er fyrrverandi Lama Sea sangarin, Janus Rasmussen, oddamaður í Bloodgroup, og eisini hann slapp væl frá framførsluni. Hansara leiklutur á pallinum er bæði at stuðla Lilju við sangi, rappi og rópi, og eisini hevur hann ljómborð um hendi

Tónleikurin hjá Bloodgroup er elektroniskur, dansivinarligur rokkur, og umboðar alt tað góða og óseka, sum ungdómurin hevur við sær. Limirnir liva seg inn í framførsluna, og eggja áhoyrarunum at gera tað sama. Við keytari (keyboard, sum verður hildið sum ein gittari) og øðrum elektroniskum ljóðførum gav Bloodgroup okkum eina sera jaliga uppliving ein kaldan leygarmorgun um trýtíðina.


Mynda tekstur:

Songkvinnan Lilja er óivað stóra stjørnan hjá Bloodgroup