Sannførdur um at vit finna olju

-Vit vita, at tað er olja og gass i undirgrundini, spurningurin er at finna goymslur, sum eru nóg stórar so man kann vinna tær út. Eg eri rímuliga sannførdur um, at tað fer at eydnast, og at vit gerast eitt nýtt oljuland, innan rímuliga framtíð sigur stjórin á Jarðfeingi við ÚF sendingina ”62 norður”.

Ùtvarp Føroya viðgjørdi í sendingini ”62 norður” seinasta fríggjadag spurningin um framtíðar oljuvirksemið við Føroyar. Sendingin tók samanum oljutilgongdina í Føroyum og vísti á, at í fimm ár hava verið fimm brunnar boraðir men at vit enn biða vit eftir teimum góðu tíðindunum, at olja er her.

Útvarpið spurdi stjóran í Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, hvussu tað er at vera stjóri í eini oljufyrisiting í einum landi, sum framvegis ikki kann kalla seg oljuland. –Tað er ein avbjóðinbg og sera spennandi. Vit hava nokkso aktiva leiting í Føroyum, og tað er eitt spennandi starv. Vit hava ikki funnið olju í rasktararverdum nøgdum enn men vit hava ávíst olju.

Hann segði víðari við útvarpið, at útlitini at finna olju og gass við Føroyar eru framvegis góð. Olja er ávist og vit liggja tætt við tað bretska økið við Hetland, har oljuframleiðsla hevur verið og vindur uppá seg. Vit vita eisini, at jarðfrøðin føroysku megin markið er rættiliga álík henni bretsku megin. Vit trúgva uppá, at vit finna olju við Føroyar vóru hóast alt bjartskygdu metingarnar hjá stjóranum á Jarðfeingi.

Sendingin tosaði eisini við norska oljujournalistin Arnt Even Bøe, sum starvast á Stavanger Aftenblad. Hann vitjaði í Føroyum nøkur ár herfyri og helt skeið og fyrilestur fyri føroyskum journalistum um norsku oljutilgongdina og um oljumál sum heild. Hann sigur við ÚF, at tað er ov tíðliga at siga, at oljuævintýrið í Føroyum ongantíð verður av nøkrum. Hann minnir á, at tað tók fleiri ár og fleiri royndarboringar á norskum øki, áðrenn lønandi oljufund vórðu gjørd. Í Barentshavinum t.d. gingu heili 20 ár frá tí, at olja var funnin til farið var undir at útvinna hana.

-Hyggja vit eftir tí, sum hendi í Noregi, so eru Føroyar framvegis inni í eini leitifasu, og eg trúgvi ikki, at nakað av feløgunum eftir fimm turrar brunnar ætlar at gevast við leitingini. Vit mugu minnast til, at í hvørjum turrum brunni finna jarðfrøðingarnir í oljufeløgunum nýggja vitan, sum teir brúka fyri at minka um váðan í ti næsta brunninum. Sjálvandi fara tey feløgini, sum hava borað mest, at sita inni við mest vitan, og tí fara tey eisini at halda fram.

Við útvarpið sigur Sigurð í Jákupsstovu annars, at tað tekur drúgva tíð at byggja upp eitt nýtt oljuøki, og Føroyar eru enn eitt heilt nýtt øki í oljuleitihøpi, hóast vit hava verið í gongd í seks ár. Vit hava bert fimm boringar og tað er eitt stórt øki at fara um. Tey feløgini, sum hava tær mestu informatiónirnar eru tey, sum hava verið her longst, og tað eru tey, sum fara at halda á eisini. Tey flestu oljufeløgini arbeiða langsiktað. Og tann fyrsti brunnurin á basaltøkinum gevur týðandi vitan til framtíðar leiting við Føroyar.

Sigurð í Jákupsstovu sigur víðari við útvarpið, at tað ber til at halda gongd í leitingini og tað smidligasta er, at tey, sum eru her, halda fram. Hann væntar eisini, at feløgini, sum hava verið við í Brugduboringini og sum vera við í boring næsta ár, fara at brúka vitanina frá Brugduni tá.

Slaka
Sambart útvarpinum metir norski journalisturin, at føroyskir myndugleikar møguliga verða noyddir at slaka um krøvini yvirfyri oljufeløgunum, nú einki er funnið enn, og man vil hava tey at vera verandi her, og nevnir ”62 Norður” sendingin í hesum sambandi eitt nú krøvini til føroyskan keikant.

-Uttan at eg kenni til, hvat oljufeløgini hugsa, so er tað nátturligt, at tey fara at tosa við myndugleikarnar um krøvini, sum sett eru fyri, at tey skulu fáa lønsemi í sínar framtíðar leitiboringar. Linka so føroyskir myndugleikar um krøvini, so er sjálvandi vandin, at føroyingar fáa minni burtur úr. Alternativt kann man eisini siga, at feløgini taka seg aftur og eingin olja verður funnin.

Tá útvarpið spyr Sigurð í Jákupsstovu, um teir noyðast at slaka við krøvunum um, at alt t.d skal um føroyskan keikant, sigur hann, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað um tað. –Undan hvørjum loyvisumfari meta vit um krøvini og leggja tey fyri landsstýrið, sum skal góðkenna hesi. Tað er rætt, at summi feløg siga, at tað er eitt óneyðuga dýrkandi element, at man skal flyta vøruna til Føroyar fyrst fyri so at flyta tað útaftur, men tað hevur verið sæð sum ein máti at fáa tað førosyska samfelagið við í oljuleitingina. Tað er so ein politisk avgerð, hvat man ger við tann spurningin.

Uppá fyrispurning um tað er lætt at selja undirgrundina til oljufeløgini, nú einki er funnið sigur Sigurd í Jákupsstovu við útvarpið, at eitt fund er gjørt og vísir til Marjunfundið. Tað er so eisini staðfest olja aðrastaðni, og av tí at tað nú ber til at bora gjøgnum basalt og tøknin at síggja gjøgnum basalt er betrað metir stjórin á Jarðfeingi, at leitingin hevur flutt seg nógv í Føroyum til tað betra, og tí skuldi tað borið til at selt økið væl og virðiliga.

Bjartskygdur
Uppá fyrispurning um prísurin, sum spyrst burtur úr komandi leitingini kann vera, at oljufeløgini vilja hava meira í sin part av møguligum olljumilliardum svarar stjórin á Jarðfeingi , at tað kann tað kanska uppá sikt, men tað er aftur ein metingarspurningur, júst sum við kaikantinum. Hann leggur aftrat, at tað føroyska økið hevur verið mett at vera rímuliga attraktivt og á sama støði sum onnur lond tó at lond sum Írland og Grønland hava bíligari skipan enn vit.

Tað er ein bjartskygdur stjóri á Jarðfeingi, sum endar áhugaverdu samrøðuna við útvarpið við hesum orðum: -Vit vita, at tað er olja og gass i undirgrundini, spurningurin er at finna goymslur, sum eru nóg stórar so man kann vinna tær út. Eg eri rímuliga sannførdur um, at tað fer at eydnast, og at vit gerast eitt nýtt oljuland, innan rímuliga framtíð.