Tað er nógv sum bendir á, Galaxy verður aftur at síggja í Føroyum sum avloysaraskip fyri Smyril, næstu ferð, hann fer í dokk.
Stutt eftir, at Galaxy var farin úr Føroyum, eftir at hava avloyst Smyril í vár, nevndi stjórin á Strandferðsluni møguleikan fyri at gera eitt ætlanarskriv við reiðaran um at fáa Galaxy aftur.
Og Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at arbeitt verður framvegis við eini slíkari loysn. Hinvegin leggur hann dent á, at ongin beinleiðis avtala er gjørd, og samstundis leitar Strandferðslan alsamt á marknaðinum fyri at vita um nakað hóskandi skip er at fáa fatur á.
Men hann staðfestir, at tað verður truplari og truplari fyri hvørja ferð, Smyril skal í dokk.
Og hann sigur, at í roynd og veru er Galaxy nógv betri avloysaraskip enn nógv onnur avloysaraskip, Strandferðslan hevur havt fyri Smyril. Og hann leggur afturat, at eisini grikski reiðarin var vælnøgdur við samstarvið við Strandferðsluna.
– Tað verður ringt at finna eitt betri leiguskip, so tað var ikki sjálvt skipið, sum var trupulleikin.
Hann vísir eisini á, at hetta er fyrstu ferð, talið á bilum, og nøgdin á farmi, hevur verið størri, tá ið avloysaraskip hevur siglt fyri Smyril, enn tað var í sama tíðarskeiði árið fyri. Ferðafólkatalið minkaði eitt lítið sindur, men tað vanliga hevur verið, at tølini eru farin í botn, tá ið onnur avloysaraskip hava verið.
Men Jóan Petur Abrahamsen staðfestir somuleiðis, at kemur Galaxy aftur, verður neyðugt at gera broytingar.
Hann sigur, at sjálv sigling gekk væl, uttan teir allar síðstu dagarnar, men tað var ov drúgt at leggja at.
– Og tað eru viðurskifti, vit skulu viðgera fyri at kunna bøta um tey, skuldi Galaxy komið aftur, sigur Jóan Petur Abrahamsen.
Men hann sigur, at tá ið Galaxy var her, kom tað beint av beding og manningin kendi ikki skipið serliga væl. Men síðani hevur Galaxy verið í rutusigling og tí kennir manningin skipið betur. Og samstundis er hon meiri kunnug við føroysk viðurskifti.
– Tí vænta vit, at tey viðurskiftini, sum vóru ein trupulleiki seinast, nevniliga at leggja at, verða munandi betri næstu ferð.
Tosað hevur verið eisini um at fáa manningina til Føroya eitt sindur áðrenn á simulatorskeið á Vinnuháskúlanum, áðrenn skipið fer í sigling.
Og harafturat verður hugsað um at lata Smyril fara í dokk um heystið heldur enn um várið, tí sjógvurin er ikki so ringur um heystið, sum hann er um várið, sigur hann.