Eitt føroyskt flagg úr bommum, kollagur, gøtukustar, tekningar, smáir pappírsbátar, 120 steinprent, túsundtals ørsmáar súkklur ...
Allir sansar standa á tá í verkunum á øðrvísi framsýningini »Steinsetingar« hjá Tóroddi Poulsen, sum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni leygardagin.
Á leið 130 verk eru við á framsýningini, sum fleiri enn 20.000 fólk sóu, tá hon var høvuðsframsýning á Kunstmuseum Sønderjylland tíðarskeiðið frá juni 2008 til januar 2009.
Listarligt nýbrot
Flestu av verkunum eru umrødd í bókini Stensætninger, sum er gjørd til framsýningina. Í fororðinum lýsir, leiðarin á Kunstmuseum Sønderjylland, Ove Mogensen, listina hjá Tóroddi Poulsen sum eitt nýbrot í føroyskari myndlist. Sum leiðari á savninum heldur hann tað tí hava týdning at varpa ljós á listarliga universið hjá Tóroddi Poulsen, ið er ein av teimum fáu sum hevur brotið út úr føroysku siðvenjuni, har landslagið sum myndevnið framvegis fyllir mest.
Í bókin er eisini drúgvur tekstur, sum Kinna Poulsen, listaummælari hevur skrivað um listamannin, hansara verk og leiklut í føroyskari list.
Millum annað vísir Kinna Poulsen á, at eftir bert 12 árum er ein so eksplosiv menning farin fram í myndlistini hjá Tóroddi Poulsen, sum bert tey fægstu náa eitt heilt lív.
»Tað einasta, ið kann gera ein slíka menning møguliga, er, at Tóroddur í veruleikanum hevur verið myndlistamaður altíð. Og soleiðis havi eg altíð fatað hann. Tí hann tosar sum ein myndlistamaður við høvdinum á tremur av hugskotum til installatiónir, lutir og myndir. Hann skrivar sum ein myndlistamaður. Hann hugsar sum ein myndlistamaður og nógv bendir á, at hann eisini droymir myndlist«, skrivar Kinna Poulsen.
Hon leggur afturat, at sum myndlistamaður hevur Tóroddur Poulsen megnað at halda fast í at spontanitetinum og at síggja til tilvildarliga opinleikanum sum eyðkennir ótilvitaða og intuitiva skapan.
Framsýningin Steinsetingar letur upp leygardagin 4.apríl kl. 16.00 í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Tað er leiðarin á Kunstmuseum Sønderjylland, Ove Mogensen, sum letur framsýningina upp.
Framsýningin er opin allar dagar frá kl. 14.00-18.00 fram til sunnnudagin 19.apríl. Tó er stongt Langa Fríggjadag og Páskadag.