Sára telist millum tey bestu

Føroyski juniorsvimjarin úr Vági varð eftir kappingina í Reykjavík kosin at vera millum bestu luttakararnar av øllum

Eingin ivi er um, at Pál Joensen er besti føroyski svimjarin, og at hann er besta føroyska ítróttarfólk nakrantíð.

Í Reykjavik International Games, sum um vikuskiftið var í íslendska høvuðsstaðnum, varð enn einaferð undirstrikað, at tað er møguleiki fyri, at fleiri føroyskir svimjarar fara at gera um seg uttanfyri landoddarnar.

 

Eyðsýndast av øllum var Sára Ryggshamar Nysted úr Vági. Hon varð heiðrað fyri fjórðbesta avrikið av øllum í RIG 2016. Grundarlagið fyri heiðringini var, hvussu nógv FINA stig svimjararnir rukku í einari og somu kapping. Her var tað avrikið hjá Sáru R. Nysted í 200 metra rygg (724 FINA stig) og 200 blandað (724 FINA stig), sum vóru serliga góð.

Heiðurin, sum lutaður varð Sáru, verður settur í rætta ljósið, tá ið lagt verður aftrat, at tey trý, sum vunnu trý tey fremstu plássini, longu eru úttikin at luttaka í OL í Rio í august í ár. Hesir tríggir svimjararnir eru Mie Ø. Nielsen úr Danmark (888 FINA stig í 100 metra rygg), Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Íslandi (829 stig í 200 metra rygg) og Viktor Bromer úr Danmark (973 FINA stig í 200 metra firvaldi), veit svimjing.com at siga.