SAS hevur ikki flogfør tøk til seinkingar

– Vit eru sera viðkvom yvir fyri broytingum og seinkingum í flogferðsluni, sigur Troels Karlskov, talsmaður hjá SAS. Tað merkir, at ferðafólk mugu bíða í fleiri dagar, tí SAS hevur ikki eyka flogfør til føroyarutuna

– Vit eru sera viðkvom yvir fyri broytingum og seinkingum í flogferðsluni, sigur Troels Karlskov, talsmaður hjá SAS. Tað merkir, at ferðafólk mugu bíða í fleiri dagar, tí SAS hevur ikki eyka flogfør til føroyarutuna.

 

Tað skrivar Sosialurin í mikudagsútgávuni. Seinastu dagarnar hava fleiri ferðafólk hjá SAS gjørt vart við sína misnøgd, tí tey hava verið seinkað í dagavís við SAS flogfarinum til Føroyar – samstundis sum flogførini hjá Atlantsflog flúgva regluliga.

 

– Vit vildu bara fáa okkurt at vita. Men ein segði eitt, og tann næsti segði eitt annað. Tað ringasta av øllum var, at eingin segði tað sama. Tað virkaði, sum tey drálaðu og vildu ikki siga nakað, sigur eitt av ferðafólkinum umborð á SAS, ið ikki lendi síðsta hósdag.

 

– Vit bíðaðu so eftir nærri boðum, men einki kom tann dagin. Tað var eisini tað síðsta vit fingu at vita frá SAS. Alt samskiftið síðan hava vit sjálvi tikið stig til, sigur eitt av ferðafólkunum.

 

Hjá SAS siga tey seg harmast um støðuna:

 

– Kundatænasta okkara ger alt, ið tey kunna fyri at hjálpa teimum, ið av onkrari orsøk ikki sleppa avstað til tíðina, men vit viðmerkja ikki einkult mál. Tað harmar okkum sjálvsagt, um tað hevur verið ein mangul upp á upplýsingar, men vit gera tað, ið vit kunna fyri at hjálpa.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin og sum kann keypsta á sos.fo