SAS verður tikið av børsinum í morgin

Seinasti dagur hjá flogfelagnum SAS á virðisbrævamarknaðinum verður í morgin

Tað var greitt, at felagið skuldi avlistast, men nú er so ein almennur dagur settur á fyri síðsta dag, sum tað ber til at handla við partabrøvum í flogfelagnum.

Vegurin til avlisting var longu slóðaður 19. juli, tá rætturin í Stokkhólmi góðkendi umleggingarætlanina, sum skal geva SAS nýggjan kapital.

Harumframt er ætlanin við til at beina burtur nakað av skuldini, sum hevur tyngt felagið.

Eftir týsdagin verður fríhandilin av partabrøvum hjá SAS ein farin tíð á virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn, Stokkhólmi og Oslo.

 

/ritzau/