Satchwell og Sonni taptu grannaupperðina í Bergen

Viking TIF tapti tepurt fyri Bergen. Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu greitt fyri Sandnes á heimavølli

Savnsmynd

Tvey føroyingalið í bestu norsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag. 

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Viking TIF, ið hevur Sonni Larsen sum venjara taptu í dag tepurt grannauppgerðina móti Bergen.

 

Bergen vann ein tepran 32-31 sigur. Bergen var á odda 18-14 í steðginum. Viking TIF avrikaði betur í seinna hálvleiki, men tað rakk ikki til stig í dag.

 

Viking TIF er aftast í deildini við einum stigi. Sunnudagin 8. oktober hevur Viking TIF heimadyst móti Arendal. 

 

Nicholas bjargaði 7 av 24 málroyndum, meðan kappingarneytin, Christian Morillo Lyngbø bjargaði seks av átta málroyndum. 

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget vóru á heimavølli fyri greiðum 22-30 tapi móti Sandnes. Í steðginum var støðan javnleikur 8-8. men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Bækkelaget.

 

Bækkelaget er nummar níggju í deildini við trimum stigum.  Sunnudagin 8. oktober hevur Bækkelaget sera torføran útidyst móti Drammen. 

 

Kjartan skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál hjá Bækkelaget í dag. 

 

 

 

Savnsmynd