Satchwell skal venja Neista-kvinnur

Nicolas Satchwell er høvuðsvenjari hjá kvinnunum hjá Neistanum 2024-2025

Formaður Neistan Fríði Magnussen bjóðar Nicolas Satchwell vælkomnum sum venjara hjá kvinnuliðum Neistans

Neistin fer undir eitt nýtt og spennandi hondbóltsár 2024-2025.

– Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður okkara dugnaligi landsliðsmálmaður Nicolas Satchwell. Hann hevur ógvuliga drúgvar royndir innan hondbólt, og hevur í mong ár verið knýttur at Neistanum. Afturat sær hevur Nicolas Brynju Høj sum spælandi hjálparvenjara, og sum nakað nýtt verður Dejan Lacock málsmansvenjari. Eirikur Magnussen verður liðleiðari. Og tann leiklutin hevur Eirikur røkt til UG í nógv nógv ár, skrivar Neistin í tíðindaskrivi. 

 

##med2##

Nicolas verður sum sagt høvuðsvenjari fyri kvinnulið Neistans í SMS deildini eins og høvuðsvenjari hjá gentum 18 og 1. Deild kvinnum. At skipa venjaratoymini soleiðis tryggjar bæði samanhald og samanhang í venjingini og góðan trivnað.

– Neistin bjóðar Nicolas Satchwell hjartaliga vælkomnum, skrivar felagið í tíðindaskrivinum. 

Á heimasíðu Neistans er meira kunning um venjingartíðir, hallir og onnur tiltøk hjá Neistanum.

 

Formaður Neistan Fríði Magnussen bjóðar Nicolas Satchwell vælkomnum sum venjara hjá kvinnuliðum Neistans

Nicolas Satchwell, høvuðsvenjari, Brynja Høj, leikandi hjálparvenjari og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Dejan Lacock málmansvenjari vantar á myndini