Satsið 16 miljónir og skapið nýggjar vinnumøguleikar

Boðskapurin hjá Annfinni V. Hansen, formanni í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, var greiður á Shipping Føroyum 2008. Hann mælti myndugleikunum til at satsa tær 16 miljónir krónurnar, sum landskassin fær í skatti um FAS-skipanina

Shipping 08

 

Annfinn V. Hansen segði, at hansara fyritreytir sum formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip ikki liggja í tí, at hann beinleiðis er shippingmaður, sum hann tók til, men advokatur. Eisini umboðar hann onnur skip, sum koma higar til lands.

Hann segði, at Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) upprunaliga var eitt arbeiðsgevarafelag, og í dag umboðar felagið flestu skip í hesi vinnu.

- Tíverri eru skipini ikki so mong í tali, men tey geva nógv, bæði beinleiðis og til okkum, sum ganga uppi á landi, eitt nú til advokatar, grannskoðarar, skrivstovufólk, tryggingarfeløg og onnur.

Hvørki fuglur…

Formaðurin helt, at shipping-vinnan saktans kann gerast eitt bein aftrat fyri samfelagið – ikki bara í beinleiðis og óbeinleiðis inntøkum, men eisini í at menna altjóða førleikar í øðrum vinnum.

- Soleiðis, sum FAS-skipanin er í dag, er hon hvørki fuglur ella fiskur. Tað er ikki serliga áhugavert at koma upp í skipanina, og nú umhugsa fleiri, sum eru partur av henni, at fara úr føroysku skrásetingini aftur. Vit hava tí gjørt av aktivt at arbeiða fyri at betra skipanina.

Annfinn V. Hansen vísti á kanningina, sum er gjørd um FAS og segði, at frágreiðingin partvís tekur saman um tað álit, sum varð gjørt í januar ár 2006.

- FAS-skipanin gevur í dag 16 miljónir krónur beinleiðis til landskassan, og kanningin vísir eisini, at FAS rindar umleið 150 miljónir krónur í beinleiðis lønum og tænastum. Ein varislig meting sigur, at ávirkanin á bruttutjóðarúrtøkuna (BTÚ) er einar 225 miljónir krónur, og tað er soleiðis eini 2% av BTÚ.

Hann segði, at talan í hesum føri er um valutainntøkur, útflutning og tænastur, sum ikki taka burtur úr okkara rávørum, men kunnu síggjast sum ein beinleiðis innspræning av virðum til samfelagið.

- Tey, sum eru í vinnuni, eru eisini í teimum hægri lønarflokkunum, so virðisøkingin roknað yvir arbeiðstíma fyri arbeiðstíma er so nógv størri enn í nógvum av teimum traditionellu vinnunum.

 

Ikki kappingarfør

Formaðurin segði, at tann útmelding, sum felagið fær frá sínum limum, er, at FAS-skipanin er ov dýr og tí ikki kappingarfør. Tí kann væntast, at vit fara at síggja eina útflagging, fyrst og fremst millum tey skip, sum einki beinleiðis eigaratilknýti hava í Føroyum.

- Væntast kann heldur ikki, at teir, sum gera íløgur í shipping-vinnu, fara at velja at sigla undir føroyskum flaggi undir verandi skipan.

Soleiðis, sum FAS virkar í dag, verður eitt reiðarí, ið satsar upp á føroyska manning, beinleiðis diskriminerað í mun til útlendsk skrásettu.

Annfinn segði, at skal manningin verða føroyskt, skal skipið ikki verða skrásett í FAS. Einasti fyrimunur við FAS-skráseting, er, at hetta er lætt fyri tey, sum virka her, tí skipanin er kend. Verður satsað upp á útlendingar, er skipanin eisini dýrari enn DIS og NIS, og soleiðis er eingin grundgeving fyri at velja FAS.

- Fólk, sum sigla í shipping-vinnu, hava lætt við at flyta, tí hesi arbeiða globalt, sum hann tók til. Høvdu rammurnar hinvegin verið nóg góðar, høvdu fólk skjótt funnið út av hesum. Tað er skjótt at missa álitið á eina skipan sum FAS, men enn er tað ikki mist.

 

Hevur skund

Hann vísti á, at einasta grundgeving fyri at velja FAS hevur verið, um skipini partvís sigla innanoyggja í Danmark ella Noregi, men kostnaðurin er tó rættiliga stórur fyri henda fyrimun.

- Fyri eigarar úti í heimi er eingin grundgeving fyri at velja FAS, legði hann dent á.

Formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip setti eisini spurningin, hvat skal til fyri at nytta skal fáast burtur úr okkara føroysku altjóða skipaskráseting.

- Uppgávan hjá tí almenna er í hesum føri at skapa karmarnar, og eyðvitað er, at tað hevur stóran skund at broyta skipanina. Skipanin má broytast beinanvegin.

Hann vísti á, at tað tekur langa tíð at byggja upp álit, men onga tíð at missa tað.

- Um tað frættist, at skip hava verið uppi í FAS, men er farin út aftur, tí skipanin ikki er nóg góð, er tað næstan ómøguligt at fáa aðrar upp í aftur. Hinvegin vísir tað seg, at er ein skipan fyrst byrja at veksa, er hon næstan “sjálvforsterkandi”, sum hann tók til, tí nógvir velja út frá, hvat onnur gera.

 

Neutral skipan

Annfinn segði, at fyritreytin fyri, at vit yvirhøvur skulu hava FAS, er, at skipanin er kappingarfør á beinleiðis rakstrarútreiðslum.

- Tað merkir, at skipanin skal verða neutral á beinleiðis skattingini av lønum, soleiðis at skatting av hýrum hevur fulla afturbering. Í øðrum lagi skal skipanin verða “fortútsigilig” og kappingarfør í samband við gjøld til tað almenna, eitt nú við skatting av rakstrinum.

Hann segði, at tað eisini hevur stóran týdning, at politiskur og vinnuligur stabilitetur er í landinum, eins og vinnan skal kunna rokna við, at møguligir trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp, verða loystir skjótt politiskt.

Formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip segði, at neyðugt verður at taka nationalkrøv burtur, tí sum er kunnu bert danskir ríkisborgarar mynstra sum skiparar.

- Vinnan er global, og slík krøv geva tískil onga meining, legði hann aftrat.

Sambært Anfinni verður eisini neyðugt at arbeiða aktivt fyri, at føroysk skip ella feløg ikki verða diskrimineraði. Tískil verður neyðugt at fáa í lag altjóða sáttmálar, fyrst og fremst við ES og EBS um frælsini og á skattaøkinum.

- Okkara FAS-skipan skal verða eitt alternativ til DIS og NIS, og vit eiga at marknaðarføra okkara skipan sum eina skandinaviska kvalitetsskráseting, segði hann.

 

Hvat skal gerast?

Hann reisti eisini spurningin, hvat kann selja Føroyar innan shipping-vinnu.

- Grundleggjandi skattaviðurskiftini skulu vera í lagi, skrásetingarskipanin skal byggja á sama lógargrundarlag sum í hinum skandinavisku londunum og geva tryggleika fyri veðseting og øðrum.

Aftrat hesum, men ikki minst, nevndi Annfinn, at Føroyar eru ein sjóvinnutjóð við forstáilsi fyri vinnuni og kvalifiseraðum sjofólki, og vit hava longu nógv av tí, sum skal til fyri at veita neyðugu tænasturnar. Eisini er kostnaðarstøðið hjá okkum lægri enn eitt nú í Noregi – fyri somu tænastur.

Annfinn samanbar eisini Føroyar og Malta, har Malta hevur fleiri enn 1.200 skip í sínari altjóða skipaskrá, meðan vit hava út við 40.

Í fleiri førum eru fyrimunirnir hjá Malta eisini størri, eitt nú við skatti, ongum nationalitetskrøvum, ongum handilsforðingum og høgum tænastustøði. Í aðrar mátar eru viðurskiftini eins

 

Global vinna

Annfinn V. Hansen legði dent á, at talan er ikki um at geva shipping-vinnuni nakað.

- Henda vinna er global, og kunnu Føroyar ikki brúkast, fer hon bara í annað land av virka. Samfelagið og tær tænastuveitingar, sum vinnan ynskir, verða taparar.

Hann helt, at um myndugleikarnir ikki vilja gera nakað, er bara at gevast á hendur, og so verður einki meira.

- Tað, sum vit hugsa um, er ikki at uppbyggja eitt AP Møller ella Torm í Føroyum. Ein nógv minni vinna gevur eisini eitt munandi íkast.

Annfinn nevndi eisini nakrar málbólkar, sum vit kunnu leggja okkum eftir.

- At hava føroyskar íleggjarar gevur størsta avkastið. Er skipanin her hjá okkum, er lættari at byrja. Yvirmenn vilja upp á land, tá ið tíðin gongur, og hesir kunnu arbeiða ymsastaðni. Hetta vil eisini minka um fráflyting av kvalifiseraðari arbeiðsmegi úr Føroyum.

Hann segði, at skandinaviski marknaðurin eisini er ein málbólkur. Her kunnu vit “lokka” við kappingarførum skatti og dugnaligum sjófólki.

- Ein vælvirkandi og dragandi FAS-skipan gevur eitt gott fíggjarligt íkast til Føroyar, mennir førleikar og vitan, tryggjar at vit eru á hægsta altjóða stigi, altjóðager vinnu og almenna geiran, gevur okkum størri altjóða ávirkan, skapar virksemi fyri umboðsfólk, sakførarar og grannskoðarar, fær útlendska vitan og kapital til Føroya.

Annfinn segði, at ein føroysk shipping-vinna kann verða við til at skapa útbúgvingar á hægsta stigi og verða viðvirkandi til vitanarbúskap, eins og vinnan skapar eitt maritimt útbúgvingarumhvørvi.

 

16 miljónir krónur

Formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip skar út í papp og segði, at talan er í prinsippinum um at “satsa” tær 16 miljónir krónurnar, sum landskassin fær í skatti um FAS-skipanina.

- Gera vit einki fyri at skapa nýggjar vinnuvegir og fáa tann sera einstáttaða føroyska búskapin víðkaðan, kunnu vit rokna við, at eisini hesin peningur verður mistur. Vit vóna, at talan ikki bert verður um tos, men av politikarar hesaferð meina tað í álvara, segði Anfinn V. Hansen á Shipping Føroyar 2008.