Sáttmáli undirskrivaður um moldgoymslu á Skorhædd

Umskipingin av moldgoymsluni merkir, at borgarar nú skulu rinda eitt gjald fyri at sleppa av við tilfar, eins og borgarar kunnu heinta tilfar úr goymsluni móti gjaldi.

Moldgoymslan á Skorhædd er felags goymsla fyri Nes kommunu og Runavíkar kommunu.

 

- Kommunurnar hava í eina tíð verið í einari tilgongd at umskipa arbeiðið viðvíkjandi moldgoymsluni á Skorhædd.  Í vár varð gjørdur ein leistur, sum arbeiðið skuldi skipast eftir, og arbeiðið varð boðið út til tríggjar arbeiðstakarar úr báðum kommununum.

 

Tað var Sp/f KEH við Kaj Eli Hansen á Nesi, sum hevði lægsta boð, og báðar kommunurnar vóru samdar um at taka av hesum boði. 

 

- Semja varð eisini um, at Nes kommuna eins og undanfarin ár framhaldandi skal umsita moldgoymsluna, og í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Kaj Eli Hansen á kommunuskrivstovuni á Toftum.

 

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at umskipingin av moldgoymsluni á Skorhædd merkir, at borgarar nú skulu rinda eitt gjald fyri at sleppa av við tilfar, eins og borgarar kunnu heinta tilfar úr goymsluni móti gjaldi.

 

Eftir summarfrítíðina fara kommunurnar at kunna neyvari um prísir og treytir í samband við moldgoymsluna á Skorhædd.