Sáttmálin hjá Jóan Símuni við KA gongur út á nýggjárinum

Íslendskur fótbóltsmiðil hevur gjørt eitt yvirlit við leikarunum í bestu íslendsku deildini hvørs sáttmáli gongur út

Mynd: Fótbolti.net

Eingin miðil fylgir íslendskum fótbólti betri enn Fótbolti.net.

 

Fótbólti.net kunnger í dag eitt yvirlit við leikarum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, hvørs sáttmálar ganga út í næstum.

 

Millum leikarararnar er føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson.

 

Sambært yvirlitinum gongur sáttmálin hjá Jóan Símuni við KA út 31. desember í ár.

 

Enn er óvist hvar leiðin hjá Jóan Símuni gongur aftaná nýggjár. 

 

Jóan Símun kom úr belgiska Beveren til KA í summar. 

 

KA hevur tríggjar dystir eftir at spæla í niðara endaspælinum í bestu íslendsku deildini. Seinnapartin klokkan 17.15 tekur KA móti ÍBV á heimavølli. 

 

 

 

Mynd: Fótbolti.net