Savnast handan málið

12. maður er veruliga farin undir at fyrireika seg til landsliðheystið

Sum vanligt er áskoðarabólkurin hjá landsliðnum, 12. maður, úti um seg, nú tað stundar til enn ein landsdyst hjá A-landsliði okkara í fótbólti.


Sita saman

Í skrivi til limir sínar boðar 12. maður frá, at teir hava fingið í lag avtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, soleiðis at endatribunan verður staðið, har 12. maurin savnast.

Júst endatribunan er aðrastaðni staðið, har fasti kjarnin av viðhaldsfólkum savnast, og í 12. manni vóna tey, at tey eisini komandi dystirnar hava møguleikan at savnast á einum stað, soleiðis at tey í felag kunnu díkja á okkara menn.


Fara til Sveits

Í skrivinum verður eisini sagt frá, at umframt at fyrireika seg til dystirnar móti dønum og slovenum, arbeiðir 12. maður eisini við at fyriskipa eina ferð til Sveits, har landsliðið skal spæla seinni í heyst.

Í skrivinum verður annars sagt, at orsakað av ofríðarligu støðuni í Jugoslavia, verður eingin flogferð gjørd tann vegin, tá føroyingar skulu royna seg har.


Í góðari tíð

At enda verður boðað frá, at nú tað verður roknað við, at Tórsvøllu fer at vera á tremur til dystin móti dønum, heitur 12. maður á áskoðararnar at møta í góåðari tíð, so til ber at tryggja sær sess við Tryggingartribununa.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen