Hóast Ásbjørn er havnarmaður, hevur hann búð á Viðareiði meginpartin av lívi sínum. Á sumri 2004 flutti hann aftur til høvuðsstaðnum og býr nú í nýggjum húsum í Hoyvík.
Ásbjørn vaks upp í Gundadali. Foreldrini vóru Birtha, f. Joensen, og Niels Johannes Viderø, bæði ættað av Viðareiði. Tey eru trý systkin: Emma, Ásbjørn og Sverri.
Eftir at hava lært til maskinsmið á Tórshavnar Skipasmiðju, flutti Ásbjørn í 1961 til Viðareiðis at búgva, har hann tók við einum festi. Hann arbeiddi eisini í mong ár sum smiðjumeistari í smiðjuni hjá Landsverkfrøðinginum, fyrst í Norðdepli og síðan í Hvannasundi. Hetta starv røkti hann, til hann bleiv pensioneraður.
Í 1959 giftist Ásbjørn við Daisy, f. Mellemgaard. Tey fingu fýra børn: Petra, Birgitte, Dánial og Hallgerð. Hallgerð býr í Klaksvík, og hini búgva í høvuðsstaðnum. Abbabørnini eru 9 í tali.
Í 1996 seldu Daisy og Ásbjørn á Viðareiði og fluttu til Klaksvíkar, og í 2004 fluttu tey aftur til høvuðsstaðin.
Ásbjørn er kendur sum ein framúr góður handverkari. Alt sum hann hevur við at gera er snøgt og sera væl úr hondum greitt. Hann er ruddiligur og ordiligur. Eisini er hann góður eygleiðari og fylgir væl við í øllum sum gongur fyri seg, bæði her hjá okkum og úti í heimi, á tímiliga og andaliga økinum, eisini tá tað kemur til fótbólt.
Føðingardagin helt Ásbjørn saman við familjuni.
x.