Ísbjørnin hevði tannapínu

Ísbjørnin, sum drap ein 17 ára gamlan bretskan ferðamann á Svalbard fyrr í hesum mánaðinum, var eftir øllum at døma ring av tannapínu. Tað siga norsku djóramyndugleikarnir, sum hava kannað bjørnina, ið bleiv skotin beint aftan á álopið á tann unga ferðamannin og felagar hansara.

Bjørnar Ytrehus, djóralækni, sigur, at bjørnin hevði fleiri sera vánaligar tenn, og at nervarnar lógu berar.

-Hetta hevur elvt til nógva pínu og hevur broytt ta vanligu atferðina hjá bjørnini, sigur djóralæknin. Hann leggur afturat, at tær ringu tenninar benda á, at bjørnin var gomul, særd ella sjúk.

Ísbjørnin leyp á bretsku ferðamenninar um morgunin tann 5. august. Ein av bretunum doyði, og fýra vórðu løstaðir.