Scholes: Pínligt at filma seg til brotsspørk

Gamla Manchester United legendan hølvar Ashley Young av fyri at royna at filma seg til brotsspark

Vongurin hjá Manchester United, Ashley Young fær eina breiðsíðu frá gomlu Manchester United legenduni, Paul Scholes fyri at hava roynt at filma seg til eitt brotsspark í Champions League dystinum hjá Manchester United ímóti CSKA Moskva ígjárakvøldið.

 

Sambært enska blaðnum "Daily Mail" hevði Paul Scholes hetta at siga um støðuna í 72. minutti, tá Ashley Young royndi at filma seg til eitt brotsspark : - Ashley má gevast við hesum. Hann veit eisini væl av tí sjálvur, men hetta er bara ein vani hjá honum, og hann megnar ikki at gevast við hesum. Hatta var so upplagt, sum tað kundi verða. Ashley má taka hendan partin av spælinum hjá sær, og burturbeina hann. Hetta er pínligt, og tað veit Ashley eisini, sigur ein bersøgin Paul Scholes. 

 

Paul Scholes, sum á sinni spældi heili 718 dystir fyri Manchester United hevur heldur ikki spart uppá kritikkin, tá tað kemur til spælistílin hjá høvuðsvenjaranum, Louis van Gaal. Paul Scholes slær rimmarfast, at hann hevði ikki tímað at spælt við einum liði, sum hevði ein slíkan spælistíl, sum tann, sum Manchester United hevur hetta kappingarárið.