Sjeyfaldaði heimsmeistarin í formil 1, Michael Schumacher, fyllir í dag 50 ár. Hann varð føddur í Hürth í Vesturtýsklandi 3. januar 1969. Hann hevði eina søguliga góða yrkisleið í formil 1 frá 1991 fram til 2012 við einki minni enn 91 Grand Prix-sigrum. Hann býr í dag í Geneve og er heilaskaddur.
Tað var á einum skíðtúri í fronsku alpunum 29. desembur 2013, at Michael Schumacher datt og smekkaði høvdið í ein stein. Helst bjargaði hjálmurin honum lívið, og við tyrlu varð hann fluttur á sjúkrahús í Grenoble, har hann fekk tvær stórar skurðviðgerðir. Eftir hetta varð hann lagdur í koma í fleiri mánaðir.
Michael Schumacher er í dag í heimi sínum í Geneve, Sveis. Lítið er at frætta, men tað tykist vist, at hann er heilaskaddur og ikki fær samskift. Eitt toymi við 15 hjálparfólkum eru um hann alt samdøgrið, og tað verður mett, at hendan viðgerðin og røktin kostar familjuni upp ímóti einari millión krónum um vikuna.
Tað er bæði sjáldan og lítið nýtt at frætta um Michael Schumacher. Hetta er eitt val, ið familjan hevur tikið, av tí at Michael sjálvur er ógvuliga privatur og altíð hevur hildið sína leið sum kappkoyrari og tað privata greitt atskilt.
Familjan sendi í gjár eitt tíðindaskriv til miðlarnar, har tey søgdu seg fegnast um at kunna halda føðingardagin saman við fjepparunum umvegis eitt nýtt minnisapp til snildfonir. Familjan vissaði samstundis um, at Michael framvegis er í tryggum hondum, og at tey gera alt tey eru ment fyri at hjálpa honum.
Tveir av góðu vinmonnum hjá Michael, fyrrverandi samstarvsfelagar hansara í formil 1, Ross Brawn og Jean Todt, hava í samrøðum við miðlar sagt, at teir framvegis vitja Michael, men heldur ikki teir vilja avdúka nakað um heilsustøðuna hjá honum.
Michael og konan, Corinna, eiga børnini Gina-Marie (f. 1997) og Mick (f. 1999). Mick er eisini kappkoyrari, og eftir góð úrslit í formil 3 í ár verður roknað við, at hann í næstum fær møguleikan í formil 1.