TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo gjørdi við høvuðsvenjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Scott Harrington aftaná rimmar 20-17 (8-5) sigurin á Finnlandi, sum saman við 25-24 sigrinum á Grikkalandi ígjár sendir føroyska kvinnulandsliðið víðari til høvuðsundankappingina, har Svøríki og Makedonia verða mótstøðulið.
Scott Harrington undirstrikar, at hetta er tað størsta hann hevur upplivað, sum hondbóltsvenjari. Hann hevur verið við til sjey undankappingar, og hetta er tann størsta løtan.
Landsliðsvenjarin er sera stoltur av hvussu føroysku kvinnurnar stríddust allan dystin. Føroyar vóru aftanfyri 0-3, men stríddu seg uppá 4-4, og vóru á odda 8-5 í steðginum. Scott Harrington viðgongur, at tað stóð ikki væl til við álopspartinum í fyrra hálvleiki, men hann undirstrikar, at verjuparturin var framúr, har finska liðið var hildið niðri á bert fimm málum.
Í samrøðuni greiðir Scott Harrington eisini frá tí seinastu løtuni, tá sigurin var heima, og tær kenslur, sum vóru í hansara barmi tá.
Tíverri var telefonsambandið ikki 100 prosent til Grikkalands í dag, so í smáum løtum er ljóðgóðskan fallandi í telefonsamrøðuni.