So er avgerðin hjá Se&Hør tikin. Blaðið fer í útgávuni í morgin at vísa myndir av toppleysu Kate Middelton, og blaðið hevur enntá fingið eina mynd av henni uttan trussur.
Tær 16 síðurnar í morgin fara at vísa áleið 25 myndir av prins William og frúuni Kate, meðan tey eru á feriu í Fraklandi. Og tað er púra greitt á myndunum, at tey bæði ikki vænta, at onkur tekur myndir av teimum í støðuni.
Danskir miðlar vita at siga, at myndirnar í morgin vísa ber bróst, afturpartin og eina mynd av Kate, uttan trussur. Sambært BT er blaðstjórin hjá Se&Hør sera fegin um tær 16 síðurnar.
Hann sigur, at hann heldur tað er ein sera vøkur presentatión.
Hóast myndirnar eru tiknar langt burturi frá strondini, so er eingin ivi um hvat er at síggja á myndunum.
Hesar myndirnar eru sera nógv umrøddar í miðlunum kring heimin. Tað verður av mongum mett at vera sera óhóskandi at vísa slíkar myndir av komandi drotningini í Onglandi. Tó so eru fleiri miðlar, sum hava prentað myndirnar, og hesi hava øll fingið eina bót