Sea Sheperd skip seinkað til Føroya

Skipið hevði sett kós ímóti Føroyum, men mátti venda aftur

 

Enn er óvist nær Sea Shepherd verður fullmannað í Føroyum í summar.

 

Endamálið hjá Sea Shepherd var at hava trý skip í Føroyum í alt summar. Higartil eru tvey skip komin og fríggjadagin varð boðað frá, at triðja skipið, Bob Barker, sum hevur ligið í Bremen í fleiri vikur og riggað til, hevði loyst við kós ímóti Føroyum.

 

Men hann kom ikki fram og nú upplýsir harðrendi umhvørvisfelagsskapurin frá, at hann liggur framvegis í Bremen við maskinbreki.

 

Sostatt er óvist, nær hann kemur hendavegin.

 

Men hinvegin má staðfestast, at higartil hevur herferðin hjá teimum í Føroyum ikki gingið heilt, sum tey hava ætlað, ella í hvussu so er ikki heilt, sum tey hava fráboðað.

 

Tey høvdu boðað frá, at tey komu at vera her í alt summar, frá í juni til oktober við trimum skipum, og at hetta fór at verða teirra størsta átak á sjónum ímóti grind nakrantíð.

 

Men tað var ikki fyrrenn hálvan juni, at fyrsta skipið kom, tað var tríkiljan Brigitte Bardot, og ikki fyreren í gjár kom annað skipið, Sam Simon.

 

Og nú er so óvist, nær triðja skipið kemur.

 

Men eftir tí, Sea Shepherd hevur upplýst, fáa tey hendurnar fullar í summar, tí umframt at verja grindahval í Føroyum, skulu teir eisini forða íslendingum, og norðmonnum at veiða hval.