Sea Shepherd fegnast um at fáa bót í Føroyum

Í Sea Shepherd eru tey ovurfegin um, at tey hava fingið bót í Føroya Rætti fyri at reka springarar til havs

 

– Eg eri ómetaliga fegin um, at dómsvaldið í Føroyum nú hevur staðfest, at tað er djórapínsla at reka grind.

 

Tað sigur Jessie Treverton, sum førdi Sea Shepherd bátin, ið royndi at reka springarar í Nólsoyarfirði til havs tann 17. september í 2014.

 

 

Les eisini: Sea Shepherd fremur djórapínslu

 

 

Í farnu viku fekk hon 5000 krónur í bót fyri at hava roynt at reka springarr til havs, tí tað var djórapínsla og elvdi til óneyðuga líðing og strongd hjá springarunum.

 

Og tað fegnast bæði hon, og hini oddafólkini í Sea Shepherd um.

 

 

Les eisini: Klokkureint sjálvmál av føroyingum

 

 

Geert Vons, sum er ein av oddamonnunum hjá felagsskapinum í stríðnum ímóti grindadrápi, sigur enntá, at dómurin er ein varði í stríðnum ímóti grindadrápi.

 

Tey vísa á, at nú hevur sjálvt dómsvaldið í Føroyum staðfest, at tað er ólóglig djórapínsla at reka grind, tí tað elvir til óneyðuga líðing hjá hvalunum. Tey vísa eisini á, at er tað ólógligt at reka grind til havs, er tað hvaðna ólógligari at reka hana til lands og drepa hana.

 

 

Les eisini: Sea Shepherd limur fekk bót í Føroya Rætti

 

 

– Eg taki gleðiliga ímóti dóminum, har niðurstøðan er, at tað er djórapínsla at reka grind til havs fyri at bjarga henni, sigur Jessie Treverton.

 

Hon sigur, at er tað djórapínsla tá ið eg reki grind, má tað eisini vera djórapínsla tá ið føroyingar reka grind, leggur hon afturat.

 

Nú hava vit ein dóm, sum er eitt fordømi sum sigur, at tað er ólógligt at reka grind og tað er ein sigur, halda tey bæði, Geert Vons og Jessie Treverton.