Í hesum døgum er føroyski tungmálsmbólkurin, Týr, á konsertferð í Amerika. Sunnudagin spældu teir fyri útseldari konsert í Montreal í Kanada, men tað vóru ikki bara fjepparar, ið møttu upp.
Umboð fyri Sea Shepherd skipaðu nevniliga fyri einum mótmælistiltaki við endamálinum at fáa øll at boykotta Týr, inntil Føroyar at gevast at drepa grind.
Sí videobrotið, sum "The Metal Voice" legði út av mótmælinum, her:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fthemetalvoice%2Fvideos%2F397313474264666%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>
Hetta er verri enn so fyrstu ferð, Týr eru fyri ágangi frá grindaaktivistum. Aktivistarnir hava eitt nú roynt at fingið spælistøð at boykotta Týr, og líknandi mótmælistiltøk til konsertirnar hava við sæð nakrar ferðir fyrr. Felagsskapurin vil eftir øllum at døma bara ikki sleppa Týr og Hera Joensen, sum tey hava ein stóran trupulleika við.
Allur ágangurin byrjaði, tá Heri Joensen, forsangari, legði eina mynd út av sær sjálvum, har hann skar grind upp í Hvannasundi. Hann hevur síðani tá óteljandi ferðir roynt at upplýst um grindadráp við vón um, at ágangurin ikki ávirkar teirra yrkisleið meira enn neyðugt.
Men hetta hevur ikki vunnið frama hjá Sea Shepherd, tí tey leggja ferð aftan á ferð persónliga eftir Hera Joensen.
##med2##