Sebastian og Eivør syngja

Sunnudagin hava danski tónleikarin Sebastian og føroyska songkvinnan Eivør konsert í Norðurlandahúsinum.

Sebastian er eitt av stóru tónleikanøvnunum í Danmark seinastu 40 árini og Eivør er ein av Føroya fremstu songkvinnum. Dóttir Sebastian, Sara Grabow, verður eisini gestasangari á konsertini.

Sebastian & Eivør

Norðurlandahúsið í Havn

Sunnudagin 18/3 kl. 16.00