Konsertferðin er liðug, live-dvd fløgan er klár til jólasøluna, og nú stríðist hann í upptøkuhølunum. Rasmus Seebach er farin í gongd við innspælingina av triðju fløguni.
Hann hevur seinastu árini klárað seg so mikið væl á tónleikatindunum í Norðurlondum, at hann kundi fyri so vítt bara sett seg í ein djúpan stól og slappa av. Men tað ger hann ikki. Sambært nýggjastu Instagram uppdateringini hjá rapparanum og sangskrivaranum, Ankerstjerne, er Seebach júst farin í gongd við at syngja inn sangir til nýggju fløguna.
- So byrja vit. Seebach fløga 3...frá...nú, skrivaði Ankerstjerne fyrrakvøldið til eina mynd, sum hann legði út á netið.
Tvær tær fyrstu fløgurnar hjá Rasmus Seebach liggja framvegis væl og virðiliga á danska almenna fløgulistanum og eru seldar í fleiri enn 400.000 eintøkum.
Plátufelagið hjá Rasmus Seebach hevur enn ikki kunngjørt, nær nýggjasta fløgan kemur út á marknaðin.