Seebach: - Jeg vil give mig 100% i aften

Rasmus Seebach, sum man roknast at vera høvuðsnavnið til tey yngru á Summarfestivalinum í ár, fer á pall um lítla løtu. Portalurin fekk eitt lítið prát við unga stjørnuskotið í danska tónleikaheiminum.

 

- Eg kom til Føroya í dag kl. 16 og flúgvi tíverri víðari longu í morgin kl. 12. Eg hevði gjarna viljað verið her eitt sindur longri, so man fekk sæð seg eitt sindur um í tykkara fantastiska vøkru nátturu, sigur Rasmus, sum skal á stóra pall á Summarfestivalinum í kvøld kl. 23.30.

 

- Eg eri ótrúliga spentur til konsertina í kvøld. Tað verður spennandi at síggja, um tað eru fleiri, sum taka dystin upp við regnið og koma at lurta. Vónandi verður tað eitt sindur av fólki hóast veðrið, sigur Rasmus, sum hevur nakrar konsertir eftir at spæla í Svøríki og Keypmannahavn, tá hann kemur heimaftur.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Rasmus er í Føroyum. Í fjør hevði hann eina minni konsert í Havn.

 

- Í fjør var eg her eisini, men í dag er fyrstu ferð, at eg spæli eina ordiliga konsert her í Føroyum. Tað gleði eg meg nógv til, sigur Rasmus, ið hevur sjey tónleikarar við sær á pall.

 

- Tað er rættiliga vilt at hugsa sær, at eg kann gera tónleik á donskum og í Danmark, sum kemur til Føroya og verður populerur her. Eg verði alt annað líka ótrúliga stoltur av tí og seti stóran prís upp á tað, sigur Rasmus.

 

Tey, sum fara á konsert í kvøld, skulu ikki vænta at fara skuffað heimaftur.

 

- Eg ætli mær at geva meg 100% og at syngja frá hjartanum. So væntandi og vónandi verður tað ein góð konsert, sigur Rasmus.

 

- Føroyingar duga væl at syngja, so eg vóni, at nógv fara at syngja við og veruliga vísa mær, at tey duga at syngja.

 

Rasmus Seebach hevur gjørt tónleik í mong ár. Fyrr hevur hann gjørt tónleik fyri onnur so sum Natascha og Jokeren. Tað er ikki fyrr enn síðstu tvey árini, at hann er farin at syngja og spæla sjálvur.

 

- Eg elski tað, sum eg geri. Eg føli meg sera priviligeraðan og hepnan at kunna gera tað, sum eg elski: At syngja og spæla mínar egnu sangir, sigur Rasmus, sum í løtuni arbeiðir við eini fløgu, sum kemur út í oktober.

 

At koma til Føroya sær Rasmus sum ein stóran framíhjárætt, og sigur hann, at tað ikki var ein torfør avgerð at taka at koma higar.

 

- Eg haldi, at eg skyldi føroyingum eina konsert, tá teimum dámar mín tónleik. Eg havi glett meg til í kvøld, og vónandi kann eg koma til Føroya aftur um ikki for langa tíð, sigur Rasmus at enda.