Í hesum døgum er Taina Mannila úr Finnlandi í Føroyum og roynir at vekja áhuga fyri eini verkætlan, sum hon saman við vinkonu sínari, Mari Järvinen, er farin undir.
Tær báðar ganga á einum listarligum háskúla í Finnlandi, og í hesum sambandi hava tær skipað fyri eini hugvekjandi ferð á havinum.
Ætlanin er at sigla við einum tjúgu metra langum seglbáti runt til øll norðurlondini, tó ikki til Grønland. Byrjað verður í Raahe, sum liggur innast í Botnisku víkini, og síðani verður soleiðis: Raahe-Gotland-Keypmannahavn-Göteborg-Lerwick-Reykjavík-Húsavík í Íslandi-Tórshavn-Bergen-Göteborg-Eckerö-Raahe.
Túrurin verður skipaður soleiðis, at manningin verður skift, har báturin leggur at bryggju. Soleiðis er ætlanin at geva eini 50 ungdómum úr norðurlondum møguleikan at vera við á ferðini.
Føroyingar vera við
Taina sigur, at hon ætlar at hava eini 5 ella 6 føroyskar ungdómar við á ferðini. Fleiri hava longu sýnt ferðini áhuga, men hon vil fegin hava fleiri at melda seg til.
Luttakarar skulu vera eldri enn 16 ár og kunnu vera upp til eini 25 ára gamlir. Ein onnur treyt er, at teir skulu hava áhuga fyri list, tí ætlanin er, at manningin skal arbeiða við list, meðan siglt verður millum londini.
Taina sigur, at í teimum havnum, har lagt verður inn, fara tey at sýna fram tað, tey hava arbeitt við umborð. Hetta kann vera listaframsýning við myndum, sjónleikur ella onnur list, ið verður sýnd fram.
Tað listarliga arbeiði skal á onkran hátt vísa okkurt frá ferðini. Fyrireikararnir vilja við tí listarliga arbeiðinum vísa samspælið millum havið og menniskju.
Harumframt fara tey at hava eitt upptøkutól við umborð. Upptøkurnar verða lagdar út á heimasíðuna hjá teimum báðum.
Heimasíðan er at finna á www.staf.fi/nordic. Har ber til hjá føroyskum ungdómi at melda seg til sum møguligan áhuga. Fyrireikararnir siga, at tilmelding fer fram í februar mánaða, og síðani verða luttakararnir valdir út í mars.
Lagt verður frá bryggju í Raahe tann 6. juni, og ferðin varðar í tríggjar mánaðir.