Lat tað verða sagt beinanvegin, at øll, ið hava møguleika, eiga at stevna umborð á Nordwest, ið liggur við bryggju í Havn!
At greiða frá framsýningini er ikki lætt, tí talan er um hending, ið skal upplivast.
Tá blaðfólk og myndamaður tygara vitjaði umborð mikudagin, tók Pär Stolpe frá Sjöhistoriska Museet í Stockholm blíður ímóti. Á dekkinum eru stólar og borð og tað sama inni, har café er. Roykurin av matgerð blandast saman við angan av træi, tjøru og bátum, meðan Pär leggur til brots at greiða frá.
Tað serstaka er umhvørvið. At uppliva bátar og søgu umborð á gomlum farmaskipi, ið er bygt í Japan í sjeytiárunum.
Og tað er ikki bert søguna um bátarnar, ið eru sagdar umborð á flótandi sýningini. Dentur er lagdur á at siga alla søguna. Um fólkini aftanfyri. Til hvønn bátin hoyrir søgan um eigaran og fólkini, sum hava nýtt hesar bátar, ið vóru lívstreyt fyri at vinna til lívsins uppihald.
Umframt, at ein dukka ímyndar fólkini, ið hava nýtt bátin, so eru gamlar myndir av fólkunum. Verulig og navngivin fólk. Byrjað verður við Peturi úr Lofoten. Vit fáa søguna um mannin, ið var sjey ár í Amerika fyrst í farnu øld, men sum síðani leitaði heimaftur at finna sær bát og vív.
Har er finska konan, ið rør av oynni og inn á fastlandi, har hon skal í filmshøllina og gamla konan, ið er á veg at selja ull.
Og soleiðis verður hildið fram og við sera viðkomandi og sigandi myndum.
Og umframt bátar og tjøruroyk, so eru eisini ljósmyndir, filmur og ljóð, ið gera heildarupplivingina fullkomna.
At leita umborð á M/S Nordwest er ein ferð á bylgjuni bláu. Ikki bert á Havnarvág í meiri ítøkiligum týdningi, men eisini ein ferð, har leitað verður aftur í søguna og upprunan, ið mangan endar í gloymskunnar havi.
Seksmannafar
20 bátar eru á framsýningini. Allir eru teir í uppruna sera meinlíkir, men frábrigdini eru heldur ikki at fara skeivur av.
Millum førini er t.d. báturin frá Oselver, har upprunin til føroyska bátin er at finna. Grundformurin er hin sami. Eintakið á sýningini er bygt í 1880 árunum.
Har er grønlendski kvinnubáturin, sum tó ikki er hóskandi heiti. Veruliga verður hann kallaður stórbáturin og er í veruleikanum farmatbátur, ið mun til veiðubátin hjá grønlendsku monnunum, kajakkin. Stórbáturin er veruliga dømi um hátøkni og verdur at uppliva.
Annars er eisini felags fyri bátarnar og londini, at allastaðni hava tey havt tað, ið verður rópt stórbátur.
Føroyska seksmannafarið á sýningini heldur Pär Stolpe er millum vakrastu førini á sýningini. Báturin er 22 føtur. Hann er smíðaður av Óla Olsen og Símun Johan Samuelsen í Leirvík umleið 1914. Báturin hoyrdi til við Gjógv og hann var sína síðstu útróðrarferð í 1941.
Pär Stolpe hevur longu funnið útav nógvum í samband við føroyska bátin á sýningini, meðan hann hevur verið í Føroyum. M.a. er eydnast at finna útav ymsum viðvíkjandi eigara og fólkunum kring bátin og eisini hevur málfrøðingurin J.H.Winther Poulsen verið og greitt frá ymsum forvitnisligum.
Hóast segl er á ymsum bátum, so er tað í veruleikanum so, at norðurlendski báturin er árabátur. Seglið er dreymurin um góða lívið.
Hetta er 3. árið, at sýningin er á ferð, men eisini seinasta ferðin. Hópur av fólki hevur nýtt møguleikan at vitja umborð og tá steðgað varð í Hetlandi, nýtti 3. hvør íbúgvi møguleikan at vitja umborð.
Tiltøk umborð
Sýningin er partur av longri ferð. Vitjað verður í 11 londum og í Føroyum verður steðgað til 12. juni.
Opið er hvønn dag frá klokkan 10 til 20.
Umframt at sýna fram bátar og bjóða okkurt til matna, so eru eisini tiltøk á skráni.
Klokkan 19 í kvøld fer Erling Poulsen at greiða frá og eisini verður harmoniku tónleikur.
Fríggjadagin klokkan 19 er m.a. Tórshavnar Manskór á skránni.sta tímatal fyri koyrifrálæru. Bileftirlitið hevur nýliga sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið uttan um okkum og seinast hava donsku myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru fyri allar koyrikortsbólkar.
Vit halda hetta vera eitt gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt og vilja í eini nýggjari koyrikortskunngerð arbeiða fyri, at seta fram krav um minsta tímatal.
Royndarkoyrikort
Rættarnevndin hjá løgtinginum reisti spurningin um royndarkoyrikort, tá nevndin til endurskoðan av ferðslulógini var á fundi við Rættarnevndina.
Galdandi ferðslulóggáva § 18b, stk. 2, heimilar landsstýrinum at gera av, at koyrikort til bil ella motorsúkklu, fyrstu ferð, tað verður tikið, verður útgivið við 2 ára gildistíð, og at eigarin, áðrenn gildistíðin er farin, skal fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., (til 70 ára aldur) kann verða latið.
Fleiri onnur, sum hava áhugað fyri ferðslutrygd, hava tikið undir við hugsanini um eitt royndarkoyrikort og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, fekk Rættarnevndin áheitan frá læraranum í Mikladali, sum hevur búð nøkur ár í Luxembourg, um at virka fyri einum 2-ára royndarkoyrikorti, á sama hátt sum gjørt var t.d. í Luxembourg. Mær vitandi hava íslendingar somuleiðis hesa skipan og norðmenn geva eitt 2-ára royndarkoyrikort til tey, sum ikki enn hava staðið myrkakoyring.
Spurningarnir, sum eg meti hava týdning í hesum sambandi eru:
?skal nakað aldursmark vera fyri at geva eitt royndarkoyrikort, t.d. 25 ella 30 ára aldur,
?hvørji metingarstøði skulu liggja til grund fyri eykafrálæru og nýggjari koyriroynd, t.d. ? eitt av teimum brotum, sum sambært broyttu ferðslulógini, høvdu ført við sær treytaða frádøming av koyrirættindunum (promillukoyring, ferð og koyrimistak).
Tey sum enn ikki hava tikið skeið í myrkakoyring, tá koyrikort fyrstu ferð verður útgivið, skulu harumframt mótvegis Bileftirlitinum skjalprógva skeið í myrkakoyring, áðrenn koyrikort verður útskrivað til 70 ára aldur.
Samanumtøka
Eg byrjaði við spurninginum, um vit í framtíðini fáa eitt betri koyrikort?
Tey teknisku tiltøk, sum ætlanin er fremja í nýggju koyrikortskunngerðini, eru eitt gott stig á vegnum, men tað er ongin ivi um, at skal 0-hugsjónin hava ein møguleika fyri at eydnast, so sleppast kann undan meiningsleysu vanlukkunum í ferðsluni, so mugu vit øll, sum á ein ella annan hátt eru partar av tilgongdini, taka í egnan barm og tora at rannsaka okkum sjálvi, um vit kunnu gera okkara arbeiði øðrvísi og betur, fyri at røkka málsetninginum.
Fyrrenn unga fólkið hevur fingið ein sunnan hugburð um ferðslutrygd og um hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni og úrslitið er 0 deyður í ferðsluni, er málið ikki rokkið.
Tórshavn, hin 27. mai 2000
Jákup Jacobsen, stjóri
Bileftirlit Føroyal brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)
Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát
Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.
Tórbjørn Jacobsen