Grækarismessudagur var ikki so góður, sum dagurin eftir, ið gjørdist ein rættiligur várdagur við nógvari sól.
Tá ið Sosialurin í góðveðrinum fór oman á molan í Saltangará at taka myndir av Akrabergi, sum lá og tók proviant til komandi túr, sóu vit hesar dreingirnar standa beint aftanfyri hekkuna á Lómi og stuttleika sær við sleingitráðu.
Nógvur seiður stóð beint undir vatnsskorpuni, og teir siftu, sum teir vildu. Teir høvdu gággu til agn.
Á innaru síðu á molanum stóð eisini nógvur seiður. So, her hevði verið gott pláss, um fleiri vildu staðið við tráðuni.
Seiðapláss
Í fleiri bygdum kring landið eru gomul seiðapláss, og tey hava nøvn, sum røkka langt aftur í tíðina. Men millum yngra ættarliðið munnu hesi staðarnøvn fara at kámast, so hvørt tey ungu hava onnur áhugamál og ganga minni og minni á tey gomlu seiðaplássini.
Ert tú úti á bygd, sært tú ofta, at bæði børn, ung og vaksin framvegis ganga á seiðaberg, men nú standa hesi oftast á molanum og ikki á gomlu seiðaplássunum, har streymaseiður er at fáa.
Hví seiðaplássini liggja júst, har tey liggja, er tengt at nátturuviðurskiftunum. Nógvastaðn fram við fjøruni er nógvur tari, og tí ber ikki til at fiska hvar sum helst.
So, tey gomul seiðaplássini eru útvald støð - vald út av teimum gomlu, sum kendu fjøruna og taran, sum sín egna lumma.