Seinasta heilsan til pápa mín

Magnus Egholm Jacobsen, Glyvrar

Eg vildi tú visti at saknur,
so svárur í brósti nú er;
og orðini, so lítið tey duga,
nú tú ikki longur ert her.

Tó minnini liva í hjarta,
og løturnar saman við tær,
allar tær løtur eg goymi,
í hjartanum innast hjá mær.

Um tárið enn rennur úr eyga
og stundin enn kennist svár,
so veit eg, at tú ert á leiðum,
har altíð er sól og vár.

Eg veit at tú elskaði ljósið
- tú tendraði fleiri við mær,
Tær løturnar, - vit báðir saman -
ongantíð gloymi eg tær.


Páll