Fyri stuttum gav Linda Andrews út eina nýggja jólafløgu, sum ber heitið Tænder et lys. Linda hevur í tí sambandi havt fleiri jólakonsertir í Danmark eitt nú við kór hennara, tá ið jólaljósini á Strøgnum vóru tendrað.
Nú bjóðar Linda Andrews til sína seinastu jólakonsert á hesum sinni. Konsertin verður komandi leygardag kl. 17.00 í Frederiksberg í Danmark, og Linda Andrews sigur á Facebook síðuni til tiltakið, at tað verður ein hugnalig og intim konsert, har hon eisini hevur ætlanir um at framføra á føroyskum, hóast tað ikki er vanligt.
Konsertin kostar 100 krónur, og varðar áleið ein tíma.
Les meira um tiltakið á Facebook síðuni hjá tiltakinum, har tú eisini kanst síggja adressuna og aðrar upplýsingar:
www.facebook.com/events/251454518248568/