Um vikuskiftið skipaði SuSvim fyri SuSvim Open.
Hetta var samstundis seinasta kapping í brátt gamla hylinum í Vági, tí næstuferð kapping er í Vági, verður Pálshøll karmur um kappingina.
Serstakt var, at vágbingurin og fyrrverandi svimjarin á høgum stigi, Heri Mortensen, føddur í 1966, eisini tók lut. Heri kappaðist fyri fyrstu ferð í FM kapping í Vágs Svimjihøll í 1980. Í 100 m frí fekk hann um vikuskiftið eitt 8. pláss.
Úr Susvim fingu hesi nál:
Alisa Vestergaard 100 m frí 1.02.85 silvurnál
Húni Vestergaard 50 m frí 26.48 bronsunál við stjørnu
Hugin Næs Lave 200 m bringu 2:37.03 bronsunál við stjørnu
Laura S Winther 50 m frí 35;40 talent nál
Til ber at síggja fleiri úrslit her:
http://www.svimjing.com/2015/09/28/story/urslit-fra-susvim-open-26-og-27-september-2015