Komandi leygardag fer síðsta kastikapping hetta kappingarárið av bakkastokki á kastivøllinum við Eysturskúlan. Kappast verður í Kasti 5-kampi og vektkast. Hetta verður væntandi eisini seinasta kapping á hesum vøllinum, sum hevur verði einasti kastivøllur í landinum síðan 1999. Kappingin byrjar klokkan 14 við hamarkast, síðan verður raðfylgjan kúlustoyt, diskuskast, spjótkast og at enda vektkast. Stig verða givin í hvørjari grein eftir altjóða stigatalvu, og tann sum hevur flest stig tilsamans hjá ávikavist kvinnum og monnum verður føroyarmeistari. Tann sum kastar vektina longst hjá ávikavist kvinnum og monnum verður føroyameistari í hesi grein.