TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við venjaran hjá Kyndli, Julian Johansen sum sá sínar menn vinna 28-25 (14-15) á VÍF í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.
Julian Johansen mátti leggja time out kortið á borðið tíðliga í fyrra hálvleiki, tá VÍF hevði fingið eina fýramálsleiðslu. Tað hjálpti hjá kyndilsmonnum at práta saman, og teir komu uppá javnt, og vunnu at enda við trimum málum.
Stóra løtan hjá Kyndli var tó dystarendin, tá teir megnaðu at toga seg frá einari 26-25 leiðslu til eina 28-25 leiðslu, sum gevur liðnum ein lítlan fyrimun til returdystin í Vestmanna komandi sunnudag. Julian Johansen staðfestir, at tað var hendan løtan sum bjargaði dystin fyri Kyndil. Hann undirstrikar tó, at tað er ein sera torfør uppgáva sum bíðar í Vestmanna komandi sunnudag klokkan 16.
Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Inga Olsen, venjara hjá VÍF HER
Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá spennandi dystarendanum HER