Herfyri samtytki Løgtingið at broyta hjúnabandslógina soleiðis at samkynd kunnu sleppa at giftast í Føroyum.
Men tað er ikki vist, at seinasta orðið er sagt í tí málunum enn.
Tað kann nevniliga væl verða, at eitt nýtt uppskot um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum fer at verða lagt fyri løgtingið longu eftir ólavsøku.
Samstundis sum uppskotið um at broyta hjúnabandslógina varð viðgjørt, arbeiddi Sambandsflokkurin nevniliga við einum uppskoti um okkurt slag av skrásettm parlagi. Tað er eitt uppskot, sum flokkurin segði, fór at geva samkyndum øll borgarlig rættindi, uttan at broyta hjunabandslógina.
Men uppskotið varð ikki lagt fyri Løgtingið áðrenn freistin var farin og tí kravdust at 17 tinglimir skrivaðu undir, at uppskotið kundi leggjast fram kortini.
Men tað eydnaðist bara at fáa tær 16 undirskriftirnar frá andstøðuni, tí ongin í samgonguni vildi skriva undir.
Bæði Sambandsflokkurin og andstøðan sum heild koyrdu hart á samgonguna fyri at vera ódemokratiska við tað, at tey ikki vildu loyva løgtinginum at viðgera uppskotið frá Sambandsflokkinum.
Men Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin gjørdi greitt, at tað kann væl henda, at uppskotið verður so bara lagt fram aftur eftir ólavsøku, tá ið nýtt tingár byrjar.
Og hann váttar nú, at tað er ein spurningur, Sambandsflokkurin fer at viðgera í summar.
Hann heldur at tað er skeivt, at løgtingið ikki so mikið sum sleppur at taka støðu til uppskotið frá Sambandsflokkinum um at geva samkyndum borgarlig rættindi, uttan at broyta hjúnabandslógina.
Hann sigur, at tey vóru ikki liðug við uppskotið, tá ið freistin fyri at leggja uppskot fram, var farin. Men tey droymdu ikki um, at samgongan fór at nokta teimum at leggja uppskot fram kortini, tí tað er heilt óvanligt.
Og tað heldur hann er ógvuliga ódemokratisk framferð av Løgtinginum.
Hann sigur, at tí fer flokkurin nú at taka støðu til um uppskotið skal leggjast framaftur, so at Løgtingið fær høvi til at viðgera tað.
Hann sigur, at hóast Løgtingið hevur samtykt at loyva samkyndum at giftast, er langur vegur eftir á mál, áðrenn tað kann setast í verk. Eitt nú skal spurningurin til viðgerar á Fólkatingið og aftur í Løgtinginum.
Sostatt hevur Løgtingið ríkiligt at tíð til at viðgera uppskotið frá Sambandsflokkinum sigur hann.