Upptakt: Seinasti dansurin hjá Luka Modric?

EM 2020: Kroatia kom heilt til finaluna í HM 2018, men síðani hevur liðið tapt 11 dystir

Fyri aðru ferð, hevur eitt gylt ættarlið víst seg fram til eitt HM-endaspæl. Fyrst í 1998 og síðani í 2018, tá Kroatia kom í sjálva HM-finaluna. Tá var Luka Modric í hæddini og vann eftirfylgjandi bæði Ballon d’Or bóltin og FIFA ársins spælara heiðurin.

 

Í dag er Luka Modric 35 ár. Fyrrverandi liðfelagirnir, Ivan Rakitic og Mario Mandzukic, eru givinir, og fleiri halda, at hetta er seinasti kjansurin hjá Luka Modric, Dejan Lovren, Domagoj Vida, Ivan Perisic og Marcelo Brozovic at danska saman á kroatiska landsliðnum til eitt endaspæl.

 

Vónirnar til kroatiska liðið standa ikki mát við, at liðið kom til HM-finaluna í 2018. Hetta millum annað tí, at Kroatia hevur tapt 11 dystir síðani finalutapið hyri Fraklandi í 2018. Kroatia vann seg lættliga víðari til EM-endaspælið, men mótatøðan var ikki so stór.

 

Kroatia hevur eina stolta fótbóltssøgu og vísti seg á fyrsta sinni fram til EM-endaspælið í 1996. Síðani hevur landið fostrað nógvar kendar spælarar. Nú skulu vit nokk til at venja okkum við nøvn sum Borna Barisic, Nikola Vlasic og Bruno Petkovic.

 

Kroatia skuldi verið sterkt nokk til at komið víðari. Spurningurin er so nær aldurin byrjar at spæla inn – og um tað verður fyri tað góða, ella tað ringa.

 

Bólkur D:

 

Ongland – Kroatia (14.00)

 

Dómari: Daniele Orsato, Italia

 

Leikvøllur: Wembley, London

 

Væntað uppstilling (4-2-3-1): Livakovic - Vrsaljko, Vida, Caleta-Car, Barisic - Brozovic, Modric, Kovacic - Rebic, Kramaric, Perisic

Hópurin hjá Kroatia:

 

Málverjar:

 

Dominik Livaković, Dinamo Zagreb

 

Lovre Kalinić, Hajduk Split

 

Simon Sluga, Luton

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Šime Vrsaljko, Atlético Madrid

 

Borna Barišić, Rangers

 

Duje Ćaleta-Car, Marseille

 

Dejan Lovren, Zenit Petersburg

 

Josip Juranović, Legia Warszawa

 

Domagoj Vida, Beşiktaş

 

Joško Gvardiol, Leipzig

 

Domagoj Bradarić, Lille

 

Mile Škorić, Osijek

 

 

 

Miðvallarar:

 

Mateo Kovačić, Chelsea

 

Luka Modrić, Real Madrid

 

Marcelo Brozović, Inter

 

Milan Badelj, Genoa

 

Nikola Vlašić, CSKA Moskva

 

Mario Pašalić, Atalanta

 

Ivan Perišić, Inter

 

Josip Brekalo, Wolfsburg

 

Mislav Oršić, Dinamo Zagreb

 

Luka Ivanušec, Dinamo Zagreb

 

 

 

Áleyparar:

 

Ante Rebić, AC Milan

 

Bruno Petković, Dinamo Zagreb

 

Ante Budimir, Osasuna

 

Andrej Kramarić, Hoffenheim