Seinasti gesturin í ár

261 metra langa Sea Princess, sum mikudagin var á Havnini, er seinasta útlendska ferðamannaskipið, sum vitjar høvuðsstaðin í ár

Vitjan

Tað kann illa sigast annað, enn at punktum fyri ferðamannaárinum verður sett við manér, nú Sea Princess vitjar. Skipið, sum er skrásett á Bermuda, men sum hevur amerikanskt reiðarí, er uttan iva millum størstu førini, sum yvir høvur sleppa inn um molan.
Umborð eru allir hugsandi hentleikar hjá teimum 1.919 ferðafólkunum. Og við 878 starvsfólkum at tæna teimum, skuldi tænastan eisini verið í lagi. Undan ferðini til Føroya, hava hesi verið eitt legg í Dublin, og nú gongur leiðin so til Reykjavík og Nuuk, áðrenn kósin at enda verður sett móti Kanada, áðrenn siglt verður suður eftir fram við amerikonsku strondini.
Tað er Skipafelagið, sum umboðar skipið her í Føroyum, og har verður eisini staðfest, at nógv størri skip enn hetta sleppa illa inn á Havnina.
- Hetta skipið stingur 8,2 metrar, og tað er heilt avgjørt móti markinum, sigur Halgir Dahl Olesen á Skipafelagnum.
Men verður talan um nógvan vind. Er so nakar møguleiki hjá einum slíkum skipi at sleppa útaftur?
- Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki. Teir hava eina øgiliga maskinu við kraftmiklum bóvskrúvum. So tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki skal rigga, heldur Halgir.

----

Fakta
Sea Princess
Eigari: Princess Cruises
Heimstaður: Hamilton, Bermuda
Longd: 261 metrar
Breidd: 32,3 metrar
Stingur: 8,2 metrar
Bruttotonnaga: 77.499 tons
Nettotonnaga: 44.202 tons