Alec Issigonis
Maðurin aftan fyri mini var Alec Issigonis. Hann varð føddur í Turkalandi í 1906, og kom sum ungur drongur til Onglands, fekk bretskan ríkisborgararættt, og útbúgving sum verkfrøðingur. Í 1936 verður hann settur í starv hjá Morris fyritøkuni og fylgdi við, tá Morris og Austin í 1952 vórðu samanlagdar til BMC, British Motor Corporation. Hóast Alec Issigonis teknaði fleiri bilmodell, bæði áðrenn og eftir Mini, varð tað bilurin hann bleiv mest kendur fyri.
Austin Partner / Morris Mascot
Tá Alec Issigonis konstrueraði Mini, gekk hann út frá einum bili, sum var lítil uttan, við fýra rúmligum sitiplássum. Hetta førdi við sær at motorurin bleiv settur tvørturum framman, og sum fyrsti bilurin í nýggjari tíð, hevði hann gearkassan undir motorinum. Upprunaligu nøvnini á mini vóru Austin Seven 850, og Morris Mini-Minor. Í Danmark og Føroyum vóru teir nevndir Austin Partner og Morris Mascot. Mini hevði sera góðar koyrieginleikar heilt frá byrjan av, og lá væl á vegnum. Teir komu í ymiskum útgávum, til dømis sum stationvognur, seinni komu Clubmann og Mini Cooper S, ið vann fleiri sigrar í rally koyring.
Skivubremsur og 12? hjól
Hesin seinasti Mini Cooper er nakað broyttur, eitt nú hevur hann skivubremsur framman, og 10? hjólini eru skift út við 12?. Motorurin er 4 syl. 1,3 litur við 63 hk.
Innan hevur hann sportslig setur, sportsrætt og valnøtu instrumentpanel, eins og speedometrið og hini instrumentini hava cremelitta bakgrund. Ofta varð sagt um Mini, at hann var størri innan enn uttan. Nakað er um tað, tí um hann er lítil og lágur, er hann sera rúmligur. Eins og allir nýggir bilar hevur hann eisini katalysator. Annars hevur hann eyka lyktir á kúfangaranum, sportsfelgur og tjóvarí-alarm.
Tilboð kr. 148.000,-
Bilurin eigur at kosta kr. 165.000,-, men verður seldur fyri kr. 148.000,- um ongin bilur er í býti. Ein møguleiki er at keypa bilin og skráseta hann seinni, við at gjalda sjálvan bil+MVG, og síðan gjalda tollin tá hann verður skrásettur.
Magnus Gunnarsson
Mini Cooper 1,3
Motorurin 4 syl. 1,3 litur 63 hk.
0-100 km/t 11,5 sek / 4 gear
Bensinnýtsla17,9 km/l við 90 km/t
Dekkstødd 145/70-12
Støgg og vekt
Longd3,05 m
Breidd1,41 m
Hædd1,35 m
Eginvekt695 kg
Prísurvanligur prísur kr. 165.000,-
ongan bil í býti kr. 148.000,-
SøluumboðP/F D. B. Bilar
Jónas Broncksgøta 15
FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600