Stjørnan-Kyndil 26-20
(15-10)
Tá Kyndilsleikararnir týsdagin fóru til Klaksvíkar, vóru tær ivaleyst væl vitandi um, at hetta so avgjørt var seinasta útkall, um tað skuldi eydnast at gera nakað sum helst við bjørtur FM-vónirnar hjá klaksvíkingum.
Undan dystinum vóru nevnliga seks stig á muni millum liðini bæði, og hóast ein kyndilssigur í sær sjálvum ikki vildi ført til so øgiliga nógv, so kundi hetta møguliga skapt eitt sindur av øsing millum stjørnuleikararnar, soleiðis at tær møguliga eisini snávaðu í onkrum øðrum av seinastu dystunum.
Sum tølini benda á, so eydnaðist tað kortini ikki Kyndli at taka hetta takið, men áðren tær høvdu givið skarvin yvir, vóru tær annar parturin í
Ov stóra virðing
Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at so skuldi verða, tí so at siga allan fyrra hálvleik høvdu kyndilsleikararnir alt ov stóra virðing fyri mótstøðuliðnum.
Sjálvandi er alneyðugt, at leikararnir altíð hava virðing fyri mótstøðuliðnum, men munurin millum hetta og ræðslu er rættuliga stórur.
Hetta viðførdi eisini, at leikararnir aloftast stóu og bíðaðu eftir, at eitthvørt skuldi henda, og tískil endaðu flestu álopini við, at ein hálvhjartað skotroynd varð send móti Johannu, sum sjáldan hevði trupulleikar av hesum.
Eisini sást hetta aftur í verjupartinum, har flestu kyndilsgenturnar tóktust vera alt ov passivar, tá stjørnuliðið var í álopið. Eitt nú slapp Simona rættuliga ótarnað at skjóta fleiri ferðir, har verjan átti at verið skjótari úti, og tá Simona fær somikið góðar sømdir, er ikki nógv at gera hjá málverjanum.
Esini kom fleiri ferðir fyri, at stjørnan við sera simplum spæli leikti seg ígjøgnum kyndilsverjuna, soleiðis at leikarar gjørdust óvanliga fríar mitt fyri.
Heldur ikki hevði Marita Hermansen ein av sínum bestu døgum í málinum, og tað tóktist vera kærkomin hvíld hjá henni, tá Elin Michelsen móti endanum av fyrra hálvleiki avloysti hana.
Hóast munurin ikki vaks so øgiliga nógv, eftir at Stjørnan fyrsta korterið hevði vunnið sær eina fimm mála leiðslu, so kundi tað gingið nógv verri hjá Kyndli. Álopsspælið hekk framvegis illa saman, og hvørki Lotte, Ann ella Jórun fingu skotini at sita, har tær vanliga royna at seta tey.
Ikki tí, onkuntíð vóru flottar detaljur at síggja, m.a. einar tvær fríspælingar til Jensiu, men hetta var alt ov sjáldan til at gerast verulig hóttan móti stjørnumálinum.
Ferð og megi í seinna
Nú veit eg sjálvsagt ikki, hvat venjararnir hjá liðunum báðum hava nýtt hálvleikin til, men í hvussu so er, so var himmalvíður munur í spælinum fyrru og seinnu tríati minuttirnar.
Kyndilskvinnurnar vóru nú nógv grammari enn tær høvdu verið, og í málinum hevði Marita brádliga fleiri góðar bjargingar, og millum annað brendi Stjørnan tvey brotskøst í byrjanini av hálvleikinum.
Í álopsspælinum var eisini sjónligt, at nógv meira vilji var í bæði gjøgnumbrots- og skotroyndum.
Stjørnuleikararnir settu tó á ongan hátt ferðina niður, men royndu framhaldandi at kvala kyndilsleikararnar við skjótum og kraftmiklum spæli. Kyndilsverjan var tó nógv betur skipað seinastu 30 minuttirnar, og satt at siga, so kundu tær við eitt lítið sindur av hepni (ella minni óhepni) komið heilt nær stjørnuliðnum. Lotte Sørensen, sum varð mansvard stóran part av seinastu 30 minuttunum, tóktist nú vera nógv betur fyri, og brádliga kom eisini meira ferð á skotini hjá Jórun.
Mariginalarnir vóru tó ikki við grønu leikarunum, og ístaðin kundi heimaliðið dúva upp á, at tær í Vesnu Tomajek eiga ein av allarbestu leikarunum her á landi. Stjørnan fekk ellivu mál seinna hálvleik, og av hesum fekk leikandi venjarin, hóast hon varð mansvard í stórum pørtum av dystinum, ikki færri enn sjey, og hetta var kanska størsta orsøkin til, at kyndilsliðið ongantíð kom nærri Stjørnuni enn fýra mál.
Undirhaldandi 30 minuttir
Sum nevnt omanfyri, so var hesin seinni hálvleikurin ein av teimum bestu, sum hava verið leiktir í kvinnuhondbólti her heima. At tað ikki komu fleiri mál, komst snøgt sagt av, at serliga kyndilsleikararnir í nógvum førum vóru óhepnar í skotroyndum sínum, umframt at liðini bæði løgdu nógvu orku í verjupartin.
Hóast leiðslan hjá Stjørnuni ongantíð minkaði nevnivert, so fór nervin ongantíð úr dystinum, og intensiteturin í spælinum var alla tíðina sera høgur, og fleiri ferðir var kanska um at gerast ov heitt á vøllinum.
Heilt áfast gjørdist tó ongantíð, og ístaðin fyri bardaga, kundu nógvu áskoðararnir heldur frøast um ein sera spennandi seinna hálvleik, har leikarar á báðum liðum góvu alt tað, tær orkaðu.
Eftir at seinasta ýlið hevði ljóðað úr hátalaranum, kundu tær á heimaliðnum fegnast um sigurin. Ein sigur, sum hóast alt var væl uppiborin, og sum viðførdi, at klaksvíksgenturnar tóku enn eitt risafet mót føroyameistaraheitinum. Stjørnan er nú heili átta stig framman fyri næsta mótstøðuliðið, og tað skal ganga verri enn av skriðuni til, um FM-heitið ikki skal enda í Klaksvík
Kyndilskvinnurnar noyðast nú at ásanna, at teirra leiklutur í FM-stríðnum er útspældur, men tær hava tó framvegis silvurmerkini at stríðast fyri
Áskoðararnir
At enda kann eg ikki bara mær fyri at koma við eini lítlari viðmerking um áskoðarnar, sum hetta týskvøldið vóru heili 400 í tali.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at stemningurin, sum týskvøldið var í høllini, var ótrúliga góður, og tað er altíð eggjandi hjá hjá leikarunum á vøllinum at spæla undir slíkum umstøðum.
Nøkur lýti vóru tó, tí summi av teimum rópum, sum vóru at hoyra týskvøldið, hoyra als ikki heima á einum ítróttarvølli, ella nakra aðra staðni, og har umframt sømir tað seg ikki serliga væl, at hallarvarparin rópar við í mikrofonini, tá áskoðarnir hjá heimaliðnum heppa leikarar sínar.
Verður sæð burtur frá hesum, varð talan leygardagin um dyst av teimum heilt góðu, har ytru karmarnir eisini gjørdu sítt til, at dysturin gjørdist so undirhaldandi
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (2), Simona Hansen 5, Annika Ljósstein 3, Joan M. Joensen 2, Anna K. Samson 2, Una Olsen 2, Andrijana Milodanovic 1
Kyndil: Lotte Sørensen 7 (3), Jórun Ludvig 5, Jensia Petersen 4, Ann Hansen 2, Rakul Joensen 2
Brotskøst:
Stjørnan 4, Kyndil 3
Útvísingar:
Stjørnan 2, Kyndil 3
Dómarar úr StÍF:
Poli Hansen og Alexandur Johansen